ES-boykott: Føroysku sjónarmiðini skulu lýsast betur

Seinastu dagarnar hava kritiskar røddir verið frammi um, at umheimurin ikki kennir kjarnuna í silda- og makrelstríðnum millum hini strandalondini og Føroyar. Ei heldur føroysku sjónarmiðini sigast vera nóg væl lýst; hví føroyingar hava rætt til eina hægri kvotu enn hini strandalondini vilja ganga við til, sigst verða ógreitt fyri flest øll uttanfyri Føroyar.

Jógvan Hugo Gardar, journalistur, sum skrivar fyri Fiskaren og Intrafish í Norra, er samdur í, at málið ikki er nóg væl lýst.

- Í Norra er tað bara ”Fiskaren”, sum lýsir øll sjónarmið í málinum, og sjalvt teir hava ofta trupulleikar við at fáa fatur á føroysku sjonarmiðunum. Í hinum miðlunum er tað bara norsku sjónarmiðini, sum koma fram.

Stríðið er í hæddini og handilsforðingarnar standa fyri framman; í landsstýrinum er ósemja um, hvørt Føroyar hevur borið seg rætt at við kunningarpartinum. Og kjakast verður alment um, hvussu er og ikki.

Annika Olsen, virkandi løgmaður, heldur ikki, at nóg mikið er gjørt fyri at kunna umheimin. Jacob Vestergaard hevur aðra áskoðan, hann heldur at kunnað er nóg væl.

Kjakið kyknaði rættiliga, tá Bogi Eliasen, stjórnmálafrøðingur og politiskur eygleiðari, skrivaði eitt lesarabræv fyrr í vikuni. Hann førdi fram, at mótparturin, ES, hevur dugað munandi betur at útvarpa síniu sjónarmið.

- Hóast vit kunningarliga hava eina góða søk, sum er væl egnað at fáa í miðlar aðrastaðni, so er tað bara Damanaki útgávan, sum fær rúmd uttanfyri Føroyar og enntá í so stóran mun, at tað er ein

sjálvfylgja at skýra okkum Bandit State. Her hava politisku skipanirnar hjá okkara mótstøðufólkum megnað at fáa opiniónina við sær, og tá politisku skipanirnar hava opiónina við sær, kann verða sera

trupult at standa ímóti, sjálvt um vit hava løgfrøðisliga rætt.

Hóast Jacob Vestergaard er sannførdur um, at fólk og miðlar eru nóg væl kunnað, er spurningurin, um enn størri dentur kundi verði lagdur á júst tann partin av málinum.

Spurningurin um Føroyar røkka nóg víða í arbeiðnum at kunna umheimin um føroyska vinnu, hevur verið frammi fyrr. Í ritinum “Kappingarsamleiki Føroya”, ið Samvit í 2009 legði fram, verður m.a. mælt til at seta á stovn eina miðlaeind at arbeiða málrættað við altjóða miðlan av føroyskum sjónarmiðum.

Ritið er 34 síður í vavi, og har verður nágreiniliga víst á, hvat skal til, um Føroyar vilja hava eina sterkari ímynd og betri pláss í altjóða miðlum. Millum annað stendur at lesa:

- Hóast høvuðsendamálið við at menna kappingarsamleikan er at menna veruliga innihaldið í tí, sum vit vilja marknaðarføra, skerst ikki burtur, at Føroyar eru ikki sjónligar í altjóða miðlaheiminum. Sjálvt um summar vinnur hava eitt hampiligt samband við altjóða miðlar, er tað heldur reaktivt enn proaktivt, og har er einki samband ímillum tann almenna og privata vinnugeiran og ímillum vinnuna sum heild. Tað er í tøkum tíma, at ein miðsavnað føroysk Miðlaeind [Media Centre] verður sett á stovn. Ein slík miðlaeind hevði gjørt tað møguligt hjá øllum áhugaðum útlendskum miðlum at fingið samband við Føroyar. Fyrimunurin hevði verið, at boðskapurin um Føroyar var samskipaður á einum staði til altjóða miðlar. Í teimum førum, har talan er um neiliga umrøðu í miðlunum, hevði ein Miðlaeind havt eina krepputilbúgvingarskipan, sum var før fyri at samskifta á fleiri málum. Miðlaeindin kann veita rættar upplýsingar til rætta tíð, og ein og sama boðskap frá øllum lyklaspælarum og tryggja, at altjóða miðlaheimurin umtalar Føroyar við einum greiðum boðskapi og á ein virðiligan hátt, stendur at lesa í ritinum.

Hetta heldur Jógvan Hugo Gardar vera eitt gott hugskot.

- Tað er gott at vera aktivur úteftir, og tað er eingin ivi um, at tað hevði gagnað Føroyum, sigur Jógvan Hugo Gardar.

Hann nevnir Norsk Sjømatsråd sum dømi. Teirra uppgáva er at selja norskan fisk og hava samskifti við miðlar og marknaðin kring heiminum. Um norska fiskivinnan rennir seg í trupulleikar, sum líkjast teimum vit hava við ES, samstarvar Norsk Sjømatsråd við norsku mynduleikarnar, fyri soleiðis at fáa boðskapin hjá Norra út.

- Tað er umráðandi ikki at síggja fjølmiðlarnar sum fíggindar, men sum ein møguleika at fáa boðskapin út, sigur Jógvan Hugo Gardar.