Útlendingar
Í Sosialinum 30. oktober høvdu vit grein um útlendskar fiskimenn, sum sigla við føroyskum skipum. Talan var um menn, sum hava ógvuliga trupult við at fáa síni viðurskifti í Føroyum í rættlag, soleiðis at teir kunnu liva sum aðrir borgarar í Føroyum – ikki bert við skyldum – men eisini við somu rættindum, sum føroyingar annars, meðan teir virka her.
Í greinini varð víst á, at hesir menn eftir broyttu útlendingalógini, sum kom í gildi 1. juli í ár, hava havt trupulleikar við p-talinum, sum øll tann føroyska skipanin byggir á og soleiðis eisini við minstuløn, sjómanskatti og viðurskiftunum við peningastovnar.
Av órøttum komu vit í ein ávísan mun at reisa iva um virksemið hjá Sp/f Crew, sum hevur tikið fleiri av hesum monnum heim til Føroya at sigla og arbeiða.
Er tað nakað einstakt felag ella arbeiðsgevari, sum kennur viðurskiftini hjá útlendsku arbeiðsmegini í Føroyum út í æsir, er tað eitt felag sum Crew, sum hvønn dag arbeiðir við slíkum málum og loysnum.
Trupulleikarnir snúgva so sanniliga ikki bara um útlendskar fiskimenn við føroyskum skipum, men so sanniliga eisini um onnur arbeiðsfólk, ið komin eru úr ES-londum til Føroya at arbeiða, liva og virka.
Tiga ella tala
Sosialurin hevur vitjað Crew, sum húsast á Sandvíkarhjalla og hevur fingið felagið at lýst okkum og almenninginum teir trupulleikar, ið felagið sum arbeiðsgevari og tey arbeiðsfólk, tey hava tikið til landið, í veruleikanum hava at dragast við.
Á skrivstovuni hittu vit Karl Christiansen, marknaðarleiðara og Jónas Sigmarsson, stjóra.
- Tú veit ongantíð, nær ella um rætt er at fara út alment við viðurskiftum sum hesum, tí tú vilt ikki gera støðuna verri, enn hon er – hvørki hjá teimum, sum komin eru higar, ei heldur hjá okkum sjálvum, sum hava so nógv samskifti og samstarv við myndugleikar og stovnar.
Men teir halda kortini, at nú hol er sett á hesi viðurskifti, er umráðandi, at tað, sum kemur á prent, er rætt, eftirfarandi og ikki misvísandi.
Teir vísa á, at tá útlendingalógin varð broytt 1. juli í ár, viðførdi hetta, at arbeiðsgevarar, ið eru forhondsgóðkendir, sum tað eitur, kunnu taka fólk úr ES-londum heim og seta tey í starv í Føroyum beinanvegin.
- Tá hesi fólk eru komin til landið, skal forhondsgóðkendi arbeiðsgevarin senda inn eina umsókn (AR8-skjal) til Udlændingeservice í Danmark, har søkt verður um arbeiðs-og uppihaldsloyvi.
Karl og Jónas siga, at hetta í sær sjálvum skuldi verið ein stór broyting í mun til gomlu skipanina, har fleiri mánaðir kundu ganga, áðrenn viðurskiftini vóru greið, og tú kundi taka fólk heim at arbeiða.
- Fyri fólk, sum koma til Føroya at arbeiða á landi, er nýggja skipanin á einari leið. Tey kunnu koma higar og byrja at arbeiða beinanvegin, og eftir umleið 14 døgum fáa tey eitt fyribils p-tal, so tey kunnu fáa eina konto, hagar lønin kann flytast.
Skyldir – men
eingi rættindi
Men tað eru eisini vansar við hesi skipan, og teir eru ikki fáir og smáir.
- Soleingi, hesi fólk ikki hava eitt permanent p-tal, kunnu tey ikki flyta í eina føroyska kommunu, og tá tey ikki eru í føroyskari kommunu, kunnu tey heldur ikki fáa ein kommunulækna.
Karl og Jónas siga, at trupulleikin hjá útlendsku fiskimonnunum er uppaftur størri enn hjá fólki, sum komin eru at arbeiða uppi á landi.
- Fiskimenn kunnu ikki fáa minstuløn, soleingi teir ikki hava permanent p-tal og soleiðis heldur ikki bústað í nakrari kommunu. Aðrir trupulleikar, sum vit hava sæð hjá fiskimonnum við fyribils p-tali, er, at teir eru komnir í skeivan skattabólk, og onkur er enntá endaður í FAS, Føroysku Altjóða Skipaskránni.
Meðan onkur fiskimaður hevur goldið 15% í skatti tann fyrsta túrin, hevur ein annar við sama skipi goldið væl omanfyri 40%.
- Truplu umstøðurnar gera, at summir fiskimenn hótta við at fara heimaftur, og tað eru eisini teir, sum longu eru farnir.
Karl og Jónas siga, at soleiðis, sum umstøðurnar eftir broyttu útlendingalógini eru, kunnu hesir fiskimenn og fólk, sum eru komin til arbeiðis á landi annars, slett ikki liva á sama støði sosialt, sum føroyingar annars.
- Allir útlendsku fiskimenninir eru limir í Føroya Fiskimannafelag og tey, sum komin eru til Føroya at arbeiða í handverks-ella fiskivinnuni, eru limir í teimum fakfeløgum, sum umboða hendan partin av arbeiðsfólkinum.
Teir siga, at hóast hesi fólk longu frá fyrsta degi rinda limagjøld, skatt og gjøld til eitt nú ALS og barsil, fáa hesir borgarar ikki teir ágóðar, sum tey annars eiga í samfelagnum.
- Orsøkin er snøgt sagt permanenta p-talið, sum tey ikki fáa, fyrr enn tey hava fingið formella uppihalds-og arbeiðsloyvi í Føroyum og harvið eitt “klistrimerkið”, sum løgreglan setir í passið.
Men hvar liggur so tann stóri trupulleikin, og hvussu kann málið loysast?
Yppa øksl
Sum vit nevndu tíðliga í greinini, skal forhondsgóðkendi arbeiðsgevarin, sum hevur tikið fólk heim til Føroya at arbeiða, søkja Udlændingeservice í Danmark um arbeiðs-og uppihaldsloyvi til síni arbeiðsfólk og fiskimenn.
- Vit lótu okkara fyrstu umsóknir eftir broyttu lógini inn longu 6. august í ár, men enn hevur eingin teirra fingið svar upp á nakað sum helst. Tað er góðkenningin hjá Udlændingeservice, sum gevur hesum fólkum nøktandi viðurskifti, men tað hevur bara tikið so ógvuliga langa tíð at bíða eftir hesi góðkenning.
Karl og Jónas skera út í papp og siga, at tað er ikki fyrr enn henda góðkenning er komin úr Danmark, at útlendsku arbeiðsfólkini eftir broyttu lógini kunnu flyta sína adressu til Føroya, soleiðis at tey kunnu virka undir vanligum viðurskiftum eins og okkara egnu borgarar.
- Vit hava roynt at “ruggað bátin” við at tosa við TAKS, Útlendingastovuna og Landsfólkayvirlitið, um ikki ein einfaldari loysn kann finnast, meðan bíðað verður eftir Udlændingeservice. Hetta førdi til, at stovnarnir høvdu ein fund saman fyri at viðgera henda stóra trupulleika. Crew royndi at sleppa við á fundin fyri at lýsa trupulleikan frá teirri síðuni, sum stovnarnir ikki kenna so væl, men hetta læt seg ikki gera.
Crew hevur tó skilt, at úrslitið av felags fundinum sambært Útlendingastovuni er ein samandráttur, sum er latin Innlendismálaráðnum.
- Vit hava roynt at fregnast eftir, hvat kanska fer at henda, so korini hjá útlendingum í Føroyum kunnu batna, men svarið, vit higartil hava fingið, er, at best man vera at trýsta á donsku Udlændingeservice fyri at fáa tey at viðgera umsóknirnar skjótari.
Men Karl og Jónas halda, at hetta bara er ein lættur máti hjá stovnunum at sleppa sær undan ábyrgd.
- Øll, sum hava tikist við útlendingamál, vita, at Udlændingeservice ikki letur seg trýsta. Tey siga, at tey eru nógv undirmannað. Ein kvinna, sum arbeiðir har, segði, at bert tvey fólk arbeiða við hesum – og at viðgerðin nóg illa er byrjað, siga teir.
Egnan barm
Crew sigur, at fyri tey, sum arbeiða við at taka útlendingar heim til Føroya at arbeiða, er bert ein loysn í ljósmála í løtuni.
- Loysnin er, at vit í Føroyum taka í egnan barm. Vit mugu taka okkum saman og loysa henda trupulleika, sum hevur stungið seg upp við broyttu útlendingalógini.
Karl og Jónas siga, at loysnin er at fáa Landsfólkayvirlitið at geva hesum fólkum eitt permanent p-tal beinanvegin, tí hesi fólk gjalda jú alt, tey skulu heilt frá fyrsta degi, tey eru her.
- Sjálvandi eigur Taks, sum annars hava verið hjálpsom í slíkum viðurskiftum, eisini at seta útlendingarnar í rættan skattabólk beinanvegin.
Teir halda, at skuldi tað seinni víst seg, tá Udlændingeservice umsíðir hevur viðgjørt einstøku umsóknirnar, at onkur umsókn ikki verður gingin á møti, kunnu hesi fólk sendast heimaftur. Tað er ikki verri enn tað.
- Í teirri longu tíðini, sum ein slík viðgerð tekur, kann persónurin so hóast alt hava virkað sum ein vanligur skattaborgari hesa tíðina – í staðin fyri sum nú, har hesi fólk meira ella minni eru vorðin annanfloks borgarar í Føroyum – við ongum rættindum, bert skyldum, siga Karl og Jónas.
Skulu siga “da”
Teir vísa á, at Udlændingeservice eftir øllum at døma eisini er farið at gera umstøðurnar uppaftur truplari, enn tær longu eru.
- Nú krevja tey í donsku umsitingini, at eitt nú navngivnu polakkarnir, sum vit ringja fyri, skulu sita við síðuna av okkum og siga da (ja), tá vit tosa við Udlændingeservise. Hetta ger ikki uppgávuna, sum frammanundan er torfør og tyngjandi, lættari.
Teir eru samdir um, at eingin hevði droymt um, at trupulleikin skuldi gerast so stórur við at fáa góðkenningina úr Danmark, nú vit endiliga høvdu fingið eina broytta og á pappírinum meira librala útlendingalóg fyri borgarar úr ES-londum.
- Vit hava so eingi svar fingið enn, og líkt er til, at føroyski myndugleikin bara hevur sett seg aftur á at bíða, samstundis sum vit hava fingið fólk heim at arbeiða, sum ikki kunnu hava eitt sømiligt lív. At síggja til, halda føroyskir myndugleikar fram eins og áður at skúgva útlendingamálið frá sær.
Karl og Jónas halda, at tað minsta, sum man eigur at kunna vænta av føroysku myndugleikunum, er, at tey síggja trupulleikan og kunnu verða við til at loysa hann, so hesi fólk ikki framhaldandi skulu liva sum annan floks borgarar í Føroyum.
- Tað stutta av tí langa er, at eingin, sum vit hava fingið heim til Føroya undir broyttu lógini, enn er sloppin at flyta adressu heim til Føroya, og harvið hava hesi fólk heldur ikki fingið lut í teimum skipanum, sum samfelagið hevur. Kortini eru tey so skjótt, tey byrjaðu at arbeiða, vorðin ein partur av føroyska samfelagnum – við teimum skyldum, sum allir løntakarar hava, siga teir.
Crew var fyrst
Sp/f Crew var fyrsta føroyska fyritøkan, sum fekk forhondsgóðkenning til at taka fólk heim eftir broyttu útlendingalógini.
Teir vænta, at einar 150-200 umsóknir soleiðis liggja í Udlændingeservice, sum bíða eftir danskari góðkenning.
- Vit hava stórar ætlanir við okkara felag, og Føroyar skuldu ætlandi bert verða ein lutfalsliga lítil partur av okkara virksemi. Nú mugu vit renna frá Hanusi til Janus fyri at hjálpa hesum fólkum ymsastaðni í skipanini, og vit hava enntá verið á skaðastovuni við fólkum, sum ikki sleppa til ein kommunulækna.
Karl Christiansen og Jónas Sigmarsson eru avgjørdir um, at Føroyar sum samfelag eiga at standa saman um at loysa henda trupulleika alt fyri eitt.










