ES-bannið verður avmarkað

- Skrivið, sum vit fingu frá ES fyrr í ár, leggur ikki upp til nakran víttfevndan handilsstongsul. Sambært tí brævinum snýr tað seg í stórum um at banna handli við sild, makrel og úrdráttum, sum hava tilknýti til sild og makrel, um at bannað føroyskum skipum, sum hava sild og makrel umborð at koma í ES-havnir og eisini at banna føroyskum fyritøkum, sum t.d. Vónini at keypa net úr ES, sum skulu brúkast til at gera veiðireiðskap til hetta slagið av veiðu.

Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður við fiskivinnumálum, tá Portal.fo ringir fyri at spyrja hann, hvussu handilsstongsulin, sum ES ætlar at seta í verk móti Føroyum, fer at síggja út.

Landsstýsismaðurin veit í skrivandi løtu ikki, hvussu endaligu handilsforðingarnar fara at síggja út, tí enn er uppskotið ikki alment frá ES. Tað verður tað ivaleyst, tá nevndin, sum hevur við fiskivinnu og aquakultur at gera, og sum skal samtykkja stongsulin, hevur fingið uppskotið frá fiskivinnukommiserinum. Tað hendir mikudagin tann 17. juli, tí nevndin skal hava málini tvær vikur áðrenn fundin, sum verður tann 31. juli.

Ongin hevur viljað sagt nakað alment um, hvørji tiltøk kunnu væntast at vera sett í verk, hvørki embætisfólk ella politikarar, og lítið hevur verið at hoyrt um innihaldið av fráboðanarskrivinum, sum ES sendi landsstýrismanninum fyrr í ár. Tá helt landsstýrið kortini tætt inn at kroppinum, men nú avdúkar Jacob Vestergaard ein part av tí sum stóð í brævinum frá ES. Og verða tiltøkini samsvarandi tí, so verða avleiðingarnar nokk ikki so ógvusligar, um enn tær eru raka fleiri fyritøkur hart.

- ES hevur ikki heimild til at seta onnur tiltøk í verk enn tey beinleiðis tiltøkini móti sildini og makrelinum. Ta heimildina fingu tey seinasta heyst, og mær vitandi hon er ikki broytt. Tí gangi eg út frá, at tiltøkini vera samsvarandi tí, sum stóð í brævinum fyrr í ár. Og har verður lagt upp til at nokta okkum at selja sild og makrel, og úrdráttir úr hesum fiskasløgum á ES-marknaðinum. Eisini verður lagt upp til at banna føroyskum skipum, sum hava sild og makrel umborð at koma í ES-havnir, og seinasti parturin snýr seg um, at vit ikki sleppa at keypa tilfar á ES-marknaðinum, sum t.d. kann brúkast til at gera veiðiútgerð til hesa veiðu, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður.

Tað, sum hann óttast mest er bannið fyri, at føroysk skip, sum hava sild og makrel í lastini kunnu koma í ES-havnir. Eitt er, at føroysk skip t.d. ikki sleppa í danska havn, tað er sín søk, heldur hann. Men noktar ES føroyskum skipum at sleppa inn í fríhavnirnar í Rotterdam í Niðurlondum og Klaipeda í Litava, so fer ES longri enn felagsskapurin hevur rætt til, heldur landsstýrismanninum við fiskivinnumálum.

- Eitt er, at ES ikki vil handla við okkum, tað er teirra borð, men verða fríhavnirnar í Rotterdam og Klaipeda stongdar fyri føroyskum skipum, so fer ES longri enn tey hava heimild til. Tí so vil ES eisini forða okkum at hava samhandil við onnur, og tað hevur ES ikki rætt til, sigur Jacob Vestergaard.

Ein spurningur, sum hevur verið uppi í sambandi við handilsforðingarnar er, um føroyski laksaútflutningurin eisini verður raktur. Ella um talan bara verður um fullkomið handilsbann. Hvat kann landsstýrismaðurin siga um tað?

- Laksaútflutningurin eigur ikki - og verður tað neyvan heldur - at vera umfataður av einum banni. Føroyskir alarar og Havsbrún kunnu skjalprógva, at tey ikki brúka sild og makrel í fóðurframleiðsluni, og tí er eftir mínum tykki eingin vandi fyri, at handilsstongsulin hjá ES fer at raka laksaútflutningin, sigur Jacob Vestergaard við Portal.fo.