ES atkvøður í dag um rættin til friðskjól

Evropa skal atkvøða um eina felags evropeiska avtalu um rættin til friðskjól. Tað skrivar Amnesty International Føroya í kvøld.

– Hóast vit hava bíðað í fimm long ár eftir hesi atkvøðugreiðslu, so mugu vit staðfesta, at tað framvegis er langur vegur á mál fram móti tí degi, tá Evropa hevur eina felags skipan fyri fólk, sum koma til Evropa at søkja altjóða verju og friðskjól.

Hetta er høvuðsboðskapurin hjá Amnesty International og 10 øðrum NGO felagsskapum í eini felags yvirlýsing, sum felagsskapirnir senda út í samband við, at Evropaparlamentið í dag, 12. juni, skal atkvøða um eina felags avtalu um friðskjól. Yvirlýsingin er send øllum limunum í Evropaparlamentinum.

Felagsskapirnir viðurkenna, at tað er eitt framstig, at ein avtala er í eygsjón, men undirstrika samstundis, at henda avtala er langt frá eini felags evropeiskari skipan fyri friðskjól, sum tryggjar rættin hjá tí einstaka til altjóða verju, og sum tryggjar, at allar umsóknir um friðskjól verða viðgjørdar eins og føra til sama úrslit, uttan mun til limaland.

Nakrar av lógarásetingunum í avtaluni eru løgfrøðiliga ógreiðar og kunnu skiljast upp á fleiri mátar, meðan aðrar geva limalondunum ov nógv rúm til egnar tulkingar, og tí er vandi fyri, at yvirskipaða málið at fremja eitt javnt høgt støði ímillum øll limalondini í Evropa dettur á gólvið. Avtalan er serstakliga veikt orðað í samband við mátan, sum fólk, ið søkja friðskjól, kunnu verða afturhildnin uppá, hvussu londini verja serliga sárbærar umsøkjarar, møguleikar fyri rættarhjálp og hvussu limalondini arbeiða við ásetingunum í Dublin II sáttmálanum.

Felagsskapirnir heita á Evropa um at seta neyðugu tíðina og pengarnar av til at gera arbeiðið ordiligt. Og tá næstu tøkini skulu takast heita felagsskapirnir á limalondini um at vísa opinleika og gjøgnumskygni og at taka Hákommeseriatið hjá ST fyri flóttafólk og sivilsamfelagið við uppá ráð at skapa eitt Evropa, har menniskju, sum søkja altjóða verju, fáa verju og verða integrerað innanfyri evropeisku mørkini.

Les alla yvirlýsingina frá Amnesty International og 10 øðrum felagsskapum VIÐ AT TRÝSTA HER