ES-atkvøða ávirkar okkum

Brúdleyp hjá Mary og Fríðriki, Danmark luttekur í EM í fótbólti, og prins Hendrik verður 70 ár. Alt hendingar, sum komandi summar kveikja tjóðskaparkensluna hjá dønum. Sambært Lykke Friis, ES-serfrøðingi, kunnu hesar hendingar avgera lagnuna hjá Danmark í ES. Verður fólkaatkvøðan um ES-grundlógina hildin á sumri, er stórur vandi fyri, at danir siga nei. Avleiðingin verður helst, at danir siga endaliga farvæl til ES.

Fríggjakvøldið skipaðu Vinnuhúsið og Sambandsflokkurin fyri fyrilestri um framtíðina hjá ES. Fyrilestarhaldari var evropapolitiski stjórin hjá Dansk Industri, Lykke Friis. Evnið á fundinum var nýggja grundlógin hjá ES.
ES-konventið hevur seinastu sekstan mánaðirnar arbeitt við at orða eina nýggja ES-grundlóg, og danski forsætisráðharrin, Anders Fogh Rasmussen, hevur boðað frá, at danir skulu komandi ár taka støðu til ES-grundlógina. Undir hóskandi heitinum "Stormester eller Skakmat" hugleiddi danski ES-serfrøðingurin um, hvussu avgerandi komandi fólkaatkvøða er fyri lagnuna hjá Danmark í ES samstarvinum.

Vanta kjak
Endamálið við fundinum fríggjadagin er at skapa eitt kjak um ES í Føroyum. Bæði Vinnuhúsið og Sambandsflokkurin hava fleiri reisur gjørt vart við, at í Føroyum vantar eitt veruligt kjak um hvørja støðu Føroyar skulu hava til ES. Á Vinnuhúsinum siga tey, at fyrilesturin var ætlaður sum kunning um, hvat rørist í ES í hesum døgum .
Tað sást á undirtøkuni í Útvarpshøllini, at fríggjakvøld er ikki besta tíðspunktið til slíkar fyrilestrar. Fólk eru troytt eftir eina harða arbeiðsviku, og í hesum døgum er slakt á skránni hjá fleiri.
Eini 50 fólk mundu verða savnað til fundin fríggjakvøldið í Útvarpshøllini. Áhoyrararnir møttu einari vælupplagdari, Lykke Friis, ið er royndur fyrilestrarhaldari, og hon dugdi avbera væl at greiða frá.

Nýggjar avbjóðingar
Lykke Friis greiddi frá, hvørji mál eru ovast á breddanum í ES í løtuni. Limatalið í ES veksur komandi árini, nú londini eystanfyri koma upp í ES-samstarvið. Hetta hevur nýggjar avbjóðingar við sær fyri ES, sum má leggja nógva orku í at hjálpa nýggju londunum at lúka tey ymisku ES- krøvini.
Á trygdarpolitiska økinum verður eisini neyðugt at bróta úr nýggjum..Álopið á World Trade Center og kríggið í Irak eru tvær hendingar, ið hava týðuliga víst, at ES haltar afturúr á trygdarpolitiska økinum. Stórur tørvur á, at ES meldar greitt út, hvat stovnurin vil á økinum.
Tað er einki dulsmál, at serliga amerikumenn vóru argir um, at bæði Týskland og Frakland ikki góvu fullan stuðul til kríggið í Irak. Innanhýsis í ES vil man nú bøta um støðuna, og roynt verður at finna eitt felags evropeiskt mið á trygdarpolitiska økinum.
Danski fyrilestarhaldarin greiddi frá, at skal víðkanin í ES og nýggi trygdarpolitikkurin hjá stovninum eydnast til fulnar, er alneyðugt við nýggjum amboðum. Millum annað hevur verið skotið upp, at ES-londini fáa ein felags ES-uttanríkisráðharra, ið umboðar øll londini. Henda broyting skal tryggja eitt enn tættari samstarv millum londini á uttanríkis økinum.
Lykke Friis vísti eisini á, at skal endamálið við einum nútímansgjørdum ES røkkast, mugu fleiri av gomlu skipaninum brótast niður, og byggjast upp av nýggjum.

Møguligt farvæl
Danmark hevur altíð havt eitt tvíligt samband til ES. Undirtøkan fyri og ímóti er so at siga eins stór, Innanhýsis í politisku flokkunum er eisini deildar meiningar um ES. Ógreiða støðan ger, at tað altíð er stórur spenningur, tá fólkaatkvøður eru á skránni um ES-mál, tí úrslitið kennir ein aldrin frammanundan. Komandi ár verður fólkaatkvøðan um eina ES-grundlóg. Sambært Lykke Friis verður eitt danskt nei helst endaligt farvæl til.
Bæði Pia Kjærsgaard og Anders Fogh Rasmussen hava sagt alment , at verður ES-grundlógin havnað, er spurningurin um Danmark skal halda fram í ES. Lykke Friis tekur undir við hesum sjónarmiði. Hon dugir ikki at ímynda sær, at eitt danskt nei til nýggju ES grundlógina merkir annað enn, at danir siga endaliga farvæl til ES.
Atkvøða fleiri lond ímóti grundlógini, verður støðan ein onnur. Danski ES-serfrøðingurin segði seg vænta, at so dettur ES, sum vit kenna tað í dag, niðurfyri. Væntandi taka londini, ið taka undir við nýggju grundlógini, seg sjálvi saman og skipa fyri eini nýggjari ES-samgongu.
Tað er framvegis ikki avgjørt nær danir komandi ár skulu til fólkaatkvøðu um grundlógina. Lykke Friis sigur, at lagnan hjá Danmark í ES kann væl verða avgjørd júst nær á árinum fólkaatkvøðan verður skipað. Verður hon á sumri, er stórur vandi fyri, at danir atkvøða ímóti. Fyrilestrarhaldarin róð framundir, at komandi ár verða fleiri tjóðskaparligar hendingar, ið avgjørt kunnu avgera framtíðina hjá Danmark í ES. Mary Donaldsson og Fríðrikur giftast, Prins Hendrik fyllir 70 ár, og Danmark luttekur í EM í fótbólti í Portugal.
Hetta eru alt hendingar, ið kveikja tjóðskaparkensluna hjá dønum, og økir um mótstøðuna til ES. Á sumri í 1992 havnaðu danir Maastricht-sáttmálan, og beint undan fólkaatkvøðuni skakaðu danir fótbóltsheimin við at vinna EM í fótbólti. Fleiri ES-serfrøðingar eru á einum máli um, at góða úrslitið í EM var við til, at danir atkvøddu nei.
Sama støða kann gera seg galdandi komandi summar, um fólkaatkvøðan verður hildin á sumri. Lykke Friis segði, at verður fólkaatkvøðan hildin á heysti, kann tað tvørturímóti gerast eitt ja til grundlógina, so marginalarnir eru smáir báðar vegir

Ávirkar Føroyar
Tað var einamest av fiskivinnuáðum, at føroyingar í 1973 ikki valdu at fara í ES saman við dønum Vit hava í dag fleiri fiskivinnuavtalur við ES, men tað er serliga okkara støða í ríkisfelagsskapinum við Danmark, sum tryggjar okkum góðar sømdir frá ES.
Taka danir ikki undir við ES grundlógini komandi ár, er stórur vandi fyri, at føroyska støðan mótvegis ES versnar nógv. Fleiri spurningar vóru fríggjakvøldið til Lykke Friis um, hvussu úrslitið av fólkaatkvøðan hjá dønum ávirkar okkara støðu í ES.
Lykke Friis var ikki í iva um, at støðan versnar nógv, um danir siga nei. Áhugin fyri dønum og føroyingum minkar tá í ES. Eitt danskt nei fer eisini at minka nógv styrkina hjá føroyingum undir samráðingum við ES í framtíðina, sammett við í dag.
ES fer heldur at nýta størri orku og tíð til tey nýggju londini, ið fara upp í ES samstarvið. Tað er framvegis ikki annað enn gitingar um, hvør danska støðan verður til ES-grundlógina, men her í Føroyum kann úrslitið fáa stóran týdning, hvørja støðu, vit í framtíðini fara at fáa mótvegis ES.