Virgar Dalsgaard
1 ) Tí fyri tað fyrsta, harra Jón Ellendersen, so eri eg púra samdur við tygum um, at søguskrivng ikki skal vera selektiv eg havi faktiskt í meira enn eitt mannaminni, bæði á fundum og í bløðum framført hetta sjónarmiðið, júst tí at ta mesta av føroyskari søguskriving hevur verið ekstremt selektiv og lopið nógv kontroversielt tilfar um! Men, harra Jón, sjálvt um skrivingin ikki skal vera selektiv, má tann justerandi metodan viðhvørt vera tað, annars kódnar øll vanlig skriving.
Tað svitast ikki, at sambandsmenn ofta hava verið ótrúliga arrogant viðfarnir, meðan sjálvsstýrismenn oftast hava verið glorificeraðir og skammróstir! Hetta er eitt faktum, sum lættliga kann dokumenterast. (Hygg bara í skúlasøgubøkurnar)! So, um tygum eru fúsur at fáa søguna skrivaða í eini sannari og betri kontekst, ber væl til hjá okkum báðum at draga eina línu!
2) Fyri tað næsta, harra Jón, so kann ein rætting til eina ráðandi subjektiva uppfatan aldri verða universel annars hevði tað fylt eina heila bók! Og tað er tí heilt legitimt, og als ikki selektivt ætlað, at ein serliga kontroversiellur søgupartur verður settur undir lupp av og á! Hetta verður gjørt nógv her í Danmark í løtuni, har einstakar hendingar frá øðrum heimsbardaga verða eirindaleyst debatteraðar og endurskoðaðar! Viðhvørt er stutt sagt neyðugt við selektivari og sorterandi metodu fyri at náa fram til eitt alment skrivað úrslit!
3) Fyri tað triðja, harra Ellendersen havi eg ongastaðni skrivað, at føroyingar eru hálvbýttir men eg haldi harafturímóti, at nógv, serliga tey yngru, eru heldur óupplýst, og tað standi eg við, men tað er avgjørt ikki teirra egna skyld!
4) Fyri tað fjórða, Ellendersen, sjálvt um eg loyvdi mær at skriva, at Jóannes Patursson hevði nazistiskar vinir, so havi eg aldri skrivað, at Jóannes sjálvur var nazistur! Men eg veit frá mínum barnaárum undir krígnum, at nógv fólk hildu hann vera tað eg kann t.d. vísa til Føroya Socialdemokrat frá 18. februar 1939, har ein grein á forsíðuni eitur Nazifundur í Skálavík. Einasti røðari og fyrilestrarhaldari á hesum fundi var Jóannes Patursson!
Almenna umdømi hjá agrarhøvdinginum var so mikið minkað millum manna, av tí at hann hevði leikað so í gjøgnum tretivu-árini, at javnaðarblaðið loyvdi sær hesa sterku yvirskrivt (apropos yvirskrivtir) sostatt mettu nógvir menn hann at vera ovmikið væl við Hoel og aðrar ultranationalistiskar norðmenn!
Hesin Skálavíkar-fundur varð ofta umrøddur í barndómsheimi mínum, og tað vóru gestir sum Petur Mohr Dam, Leivur Mortensen(úr Skálavík), Martin Joensen, Heðin Brú, Jóhan Petur Davidsen, pápabeiggjar mínir og fleiri, sum ofta og títt refereraðu til henda fundin sum Karthago-fundin hjá Jóannesi, - foreldur míni sipaðu ofta bara stutt til fundin sum Dansistovufundin! Men óansæð, hvussu fundurin varð umrøddur, hildu øll, at Jóannes var reduceraður til ein tragiskan figur, eina anakronismu, sum man ikki kundi taka í álvara, men bara taka synd í! Sjálvandi vóru nógv hús, har hann framvegis var kritikkleyst hetjudyrkaður! Men alment var hann ikki nógv í mæti, aftaná stríðið um Gráubók, og bæði sjónarmiðini mugu við, harra Ellendersen. Tað er júst ikki selektivt!
Sum eitt kuriosum úr hesi grein, sum øll sjálvi kunnu lesa., kann eg nevna, at Jóannes móti fundarenda royndi at billa fólki inn, at orsøkin til, at hann og hinir bøndurnir høvdu fingið grið og ikki vórðu settir fastir fyri yvirgang móti Heðini Brú, landbrúkskandidati og Hàkuni Hansen, sýslumanni í bóndastríðnum norðuri í Klakksvík, var tann, at Danmark ikki tordi at seta hann í skansan fyri millum øðrum sjálvum Týsklandi. Man má viðganga, at kongsbóndin hevði ein heilt serligan sans fyri proportiónum!. Annars var reella orsøkin til, at teir sluppu undan fongsli tann einfalda, at teir í november 1938 so miriliga høvdu bønað og biðið danska justitsministaran, Steincke um náði, og tað fingu teir! - Í hesum stubba mátti eg vera selektivur, tí greinin fyllir tveir teigar!
5) Fyri tað fimta , harra Ellendersen, - so havi eg ongantíð samanborið Hoel við Hitler, tað er
tín idé. Eg havi bara sligið fast, og tað kann ikki reingjast, at Hoel var limur av naziflokkinum hjá Quislingi, Nasjonal Samling, og sjálvt um tað vóru nógvir nazisympatisørar í Noregi, so vóru ikki nógvir, sum fóru so langt, at teir beinleiðis meldaðu seg inn hjá Quislingi!
Tað er púra rætt, at Hoel hjálpti fólki, sum vóru komin illa fyri, tá ið tað var týðuligt, hvør fór at vinna kríggið. Men hann var avgjørt ikki hjálpsamur fyrst í krígnum! Tá leiddi hann Oslo universitet við jarnharðari hond, og setti tað akademiska frælsið úr gildi, og nógvir studentar rýmdu ella vórðu settir fastir! At hann hálsaði um í 1943 kundi eins væl vera opportunisma sum humanisma! Sjálvandi eru nógvir størri krígsbrotsmenn enn Hoel, og teir vórðu eisini skotnir rættiliga skjótt!
Men sjálvt, um Hoel slapp undan deyðarevsing og ikki var millum teir allarfúlastu brotsmenninar, er tað langt úti, fyri at brúka títt orðalag, at tú og Bratholm, professari royna at vaska Hoel frían fyri ábyrgd. - Tit verða rættiliga einsamallir!
Tá ið hampamaðurin Seip varð koyrdur úr rektarastarvinum av Quislingi, varð Hoel glaðbeintur at taka við starvinum. Tað var gávan frá Quislingi til sín maktsjúka vin og partamann, Hoel! Hann kundi, um hann var heiðursmaður, havt sagt neitakk! Men sjálvandi hevur tú rætt í tí, at einki er svart/hvítt, og Hoel var avgjørt ein dugandi geologur og polargranskari bert spell, at maktsjúkan blindaði hann soleiðis, at hann eftir Haag-dómin gjørdist so beiskur og hatskur, at hann leitaði sær stuðul millum ultranationalar fantastar, sum árið eftir stovnaðu norska nazistaflokkin, Nasjonal Samling.
6) Fyri tað sætta, harra J.E., verður ofta tikið til: Sig mær hvørjum tú kemur saman við, og eg skal siga tær, hvør tú ert! Sjálvandi var Jóannes Patursson ikki organiseraður nazistur, men hann hýsti Hoel í Kirkjubø, gisti hjá Hoel í Noregi og ferðaðist um bæði londini við Hoel! Munnu teir ikki hava havt okkurt tankagóðsið til felags? Tá ið fólk spurdu Jóannes um hansara løgnu norsku kontaktir, fekst aldri nakað greitt svar, bara uttanumtos! Tað minnast fleiri fólk, sum enn eru á lívi!
7) Fyri tað sjeynda, harra J, so havi eg als onga fjalda dagsskrá, tvørturímóti mín dagsskrá er sera manifest: Eg vil bara hava erliga søguskriving. Tað sigur tú, at tú eisini vilt, og hóast tú brúkar sterk orð, dugi eg ikki at síggja, at vit eru fundamentalt ósamdir! Vit vilja helst báðir hava, at tann søgan, sum er skamferað av fordómum, burturtagdum tilfari og viðhvørt beinleiðis skeivum upplýsingum verður justerað og reviderað!
So eg vænti, at tú venur teg av við tína allergi yvirfyri selektivum avdúkingum, har tær kunnu bøta um ta almennu søguskrivingina! Teir menn, sum vága sær at skriva søgubøkur og ikki brúka so frægt sum eitt kapittul um bóndastríðið og Gráubók og als ikki nevna Hoel, ein fremmandan mann, sum kom til Føroya og blandaði seg uppí føroyskan politikk, - hava teir ikki onkra fjalda dagsskrá, Ellendersen?
8) Fyri tað áttanda, so haldi eg, at tú sjálvur mást erkenna, at títt postulat um, at ¾ av fólkinum í Europa vóru racistar, áðrenn kríggið er heilt burtur úr vón og viti men tað hevur tú helst longu
gjørt!
Forargilsi og firtni kann ikki brúkast til nakað tað gagnar ikki søguligum erkennilsi