Í morgin, 23. januar, fyllir ein vælkendur havnarmaður, Leif Berg, ríðilærari og ríðihallareigari, fimmti ár.
Hvør skuldi trúð tí, at hesin spelkni unglingurin fer um henda stóra marknasteinin nú? Í hvussu er ikki tey, sum regluliga síggja hann svinga seg í saðilin.
Sum so nógvir aðrir við Berg-eftirnavninum hevði Leif áhuga fyri tí sum rullar. Hann gjørdist tó ikki bilsmiður, men setti seg í gravimaskinur og lastbilar.
Frá rættiliga ungum árum hevði hann sína egnu fyritøku við maskinum og lastbilum og tók sær av jørð og betongarbeiði, eins og hann eisini arbeiddi fyri aðrar.
Eitt av teimum stóru arbeiðunum, sum hann hevði um hendi, var jørð- og betongarbeiðið í svimjihøllini í Havn og grótarbeiðið uttanfyri.
Í dag er hann millum teirra, sum regluliga sita og sveitta í baðstovuni, og orðna heimligar spurningar og "verðinsproblemini".
Yvirskriftirn er heintað frá árunum sum entrprenørur, tá hann brúkti hetta rámandi "logo" fyri at marknaðarføra fyritøkuna. Men spurningurin er, um hesi orð framvegis ikki kunnu brúkast.
Í øllum førum hevur Leif verið knávur í stríðnum at fáa ríðifyritøkuna BERG-hestar og ríðihøllina í Marknagili á føtur, sum í dag er týðandi partur í reiðvirkseminum her á landi.
Í kreppuárunum saðlaði Leif um - í bókstaviligum týdningi. Gravimaskinur og lastbilar vórðu sett, tá alt byggivirksemi helt uppat. Ístaðin fór at hann at byggja upp eina fyritøku við rossum.
Í smáum fór hann at skipa fyri ríðing fyri rørslu- og menningartarnað og ríðitúrum fyri ferðafólkum frá bústaðnum og trøðni við Marknagilsvegin.
Við hjálp frá vinum er henda vinnan spakuliga bygd upp, og í dag er ríðingin ein fittur partur í arbeiðnum at hjálpa um støðuna hjá rørslu- og menningartarnaðum og ein partur av ítrivinum hjá hesum íbúgvunum.
Í øðrum londum verður ríðing nógv brúkt sum terapi, tá talan er at hjálpa fólki, sum hava sálarliga sjúku, við góðum úrslitum, men so langt eru vit ikki komin enn.
Krúnan á verkinum - hóast verkið ongatíð verður liðugt hjá einum so arbeiðssomum manni sum Leif - er ríðihøllin í Marknagili, sum varð tikin í brúk fyri góðum trimum árum síðani.
Nú ber til at hava ríðing fyri tey handikappaðu inni og úr Marknagili er lættari at sleppa út á ríði- og bygdagøturnar við útlendskum og føroyskum ferðafólkum. Ja, tað er so, at alt fleiri landsmenn nýta høvi at faraein ríðitúr við BERG-hestum. Og tey, sum hava verið einaferð, royna tað aftur. Tað er so, at øll eru før fyri at seta seg í saðilin á teimum væl vandu rossunum hjá BERG-hestum.
Tað eru nógv, sum hava sína regluligu gongd í ríðihøllina, og nógv - gentur og dreingir - hava gjøgnum árini tikið eina hond í við at sópa og geva. Afturfyri eru tey sloppin at ríða og mangir av teimum ungu "rúttarunum" eru vand upp hjá BERG-hestum. Ja, vit kunnu siga, at Leif hevur vakt áhugan hjá nógvum fyri ríðing og rossaumhvørvinum.
Uttan hetta og mangt annað sjálvboðið arbeiðið høvdu BERG-hestar neyvan verið komið so langt ávegis - enn í hvussu er. Leif hevur tann eginleika - við tí sjarmu hann hevur - at knýta fólk og vinir til sín og fáa tey at taka eina hond í.
Hóast arbeiðið tekur nógva tíð, eru eisini stundir at seta seg í saðilin og Leif er millum okkara fremstu reiðfólk, tá tað kemur til íslandsrossaríðing. Hann hevur vunnið nógvar kappingar í gonguløgum her heima, m.a. við ryssuni Stóð og hestinum Tór, og hann hevur eisini umboðað Føroyar uttanlands í altjóða kappingum. Men í hesum eru "vit enn smáir" - hóast vit royna at vera "knáir".
Áður reið Leif eisini kapp, men nú eru fleiri ár síðani, at hann royndi at koma fyrstur á mál í kappríðing. Ístaðin fyri hevur hann lagt seg eftir tí meiri kreativu gongulagsíðingini.
Harafturat er áhugurin fyri handboltinum vaksin síðstu árini, so hann er ikki so tíðum á ríðitúrum sunnudagar meiri, tá dystir verða leiktir.
Men tíð hevur hann framvegis til vinir, kenningar og okkurt rossaprátið, tí altíð er hann blíður og fryntligur, tá komið verður í høllina ella á gátt.
Hjartaliga tillukku og alt tað besta í framtíðini, sum óivað fer at hava stórar og spennandi broytingar við sær í næstum.
Vinarliga
Stígandi og Fjalar










