- Eru vit heilir so koma vit langt

Tað sigur Jacob Jónsson, venjari hjá KÍF. Í løtuni tykist ongin kunna steðga kollfirðingum, sum spæla dreymahondbólt í løtuni. Venjarin vil tó ikki taka nakað fyri givið.

 

Kollfirðingar vunnu í kvøld ein greiðan sigur á Kyndli í fjórðingsfinaluni í steypakappingini hjá monnum. KÍF er eisini greitt á odda í landskappingin og spæla dreymahondbólt í løtuni.

 

- Um vit hava allan hópin frískan, so kunnu vit koma ótrúliga langt, sigur Jacob jónsson, sum tó ikki vil seta tal á heiðursmerkini.

 

Jacob er væl nøgdur við avrikið hjá sínum monnum í kvøld, men vísti á løtur har liðið misti stevið.

 

Hoyr samrøðuna við Jacob Jónsson undir greinini.