Eru við at svinga seg upp aftur

Gongd er við at koma á ferðavinnuna aftur og støðan, sum er í dag, líkist støðuni fyri trimum árum síðani

Í ápríl í ár vóru 12.636 persónsgistinætur á teimum føroysku gistingarhúsunum. Sostatt kann staðfestast, at gongd er við at koma á tann partin av ferðavinnuni, sum eru gistingingarhúsini. Ein persónsgistinátt er hvussu leingi fólk gista.  Gista 10 fólk í tríggjar nætur, eru hetta 30 persónsgistinætur.

 

Hetta vísir ein nýggj uppgerð hjá Hagstovuni. Sostatt líkist støðan nú støðuni fyri trimum árum síðani, tí í apríl í 2017 vóru 12.919 gisitinætur á føroysku gistingarhúsunum.

 

Hetta er samstundis ein níggjufalding av gistingunum, sum vóru fyri einum árið síðani, tí á ið korona fór at herjað, varð kvett á stokkinum og í apríl í fjør vóru ikki meiri enn 1.384 persónsgistinætur á gistingarhúsunum kring landið.

 

Men vit hava havt rættiliga gott tamarhald á støðuni og síðani í apríl í fjør hava pílarar víst upp eftir og longu í juli í fjør vóru persónsgistinæturnar 21.026 í tali. Tað er ein trivalig afturgongd frá tí vanliga, tí í juli í 2019 vóru tær 24.976 í tali og vit skulu ikki longur aftur enn til 2016, tá ið persóngistinæturnar í juli vóru minni enn tær vóru í fjør, tí tá vóru tær 19.511 í tali.

 

Men sum heild var árið í fjør eitt vanlukkuligt ár fyri gistingarhúsini tí í 2019 vóru 166.452 persónsgistinætur á føroysku gistingarhúsunum tilsamans, men í gjør vóru tær 94.940 í tali. Harafturat komu fleiri nýggj gistingarhús í fjør, so tað hevur verið rættiliga tómligt á fleiri av teimum.

 

Men yvirlitið hjá Hagstovuni vísir eisini, at í stóran mun eru tað føroyingar, sum eiga lívið í gistingarhúsunum kring landið, tí hesa seinastu tíðina hevur nogv tann størsti parturin av gestinum verð føroyingar, sum hava ferðast í egnum landið. Teir síðstu mánaðirnar í fjør, og tað, sum er farið av hesum árinum, hava 62 til 72 prosent av gestunum á gistingarhúsunum verið føroyingar og tað er fleiri ferð, so nógv, sum tap plagdi.

 

Talvan vísi niðan fyri, hvussu illa árið í fjør royndist, men nú er so gongd við at koma á aftur.

 

##med2##