Eru við at gera okkum fyri skommum

Radaramálið: Vit kunnu ikki brúka eina uttanlandsnevnd sum gongur i fleiri bólkum , sum ein sloppin grind, til nakað, heldur Johan Dahl.

- Nú haldi eg nokk er tosað og politiskt markerað seg i radaramálinum. Vit eru við at gera okkum fyri skommum, og visa okkum sum ein óbúgvin samstarvspartnari i NATO høpi .

 

Soleiðis skrivar Johan Dahl, løgtingsmaður, á sínum vanga á facebook.

 

- Vit kunnu ikki brúka eina uttanlandsnevnd sum gongur i fleiri bólkum , sum ein sloppin grind, til nakað , tí eitt ráðførslusvar, sum heur 3-4 tilmæli, er ónýtiligt og óvirðiligt, skrivar Johan Dahl.

 

- Løgmaður - lat okkum fáa málið lagt fyri Løgtingið skjótast tilber til støðutakan , hvørt við siga ja ella nei til at hasin radarin skal setast upp og harvið avgreiða málið. Tað kann t.d. gerast við at víkja frá tíðarfreistum á øllum viðgerðarstigum, so málið fær eina 1. og 2. viðger og er so avgreitt. Hetta kann ivaleyst eisini gerast á einum ikki alment atkomiligum tingfundi, um tað er tað sum skal til. At bliva við at halda at vit kunnu seta treytir um t.d. ein frihandilsavtalu við ES er utopi, fyri tað fyrsta ti hetta hevur onki við ES at gera, og fyri tað næsta, so gjaldir USA 70 % av øllum NATO útreiðslum og teir kunnu heldur ikki faa nakra fríhandilsavtalu við ES - so lat royna at uppføra okkum anstendigt og búgvi og fáa hetta málið avgreitt. 

 

- Eg ivisit ikki í at á Løgtingið fær meiriluta fyri at loyva hesum radaranum at verða settur upp, skrivar Johan Dahl á facebook vanga sínum í kvøld .