Eru við til at seta Gøtu á heimskortið

? Tað er eitt megnar tak hjá teimum, sum hava víst treysti og megi at keypa hetta skip, segði Jógvan Gregersen, bygdaráðsformaður í Gøtu vælkomurøðu síni á keiini, tá ið nýggi Jupiter legði flaggskrýddur til kei seinnapartin sunnudagin

? Hetta eru menn, sum vilja framburð og sum ikki eru ræddir fyri at taka ábyrgd.

? So tað er ikki sørt, ein ein er stoltur av av vera gøtumaður í dag.

Við hesum orðunum tók Jógvan Gregersen, bygdaráðsmaður í Gøtu, ímóti nýggja ídnaðarskipinum hjá Gøtumonnum, Jupiter, tá ið tað flaggskrýtt stevndi inn á Gøtuvág seinnapartin sunnudagin.

Men Jógvan Gregersen var ikki einsamallur og tók ímóti Jupiter. Tí stór mannfjøld, eini 400-500 fólk vórðu savnað at bryggjuni at ynskja skipunum vælkomnum og eigarunum tillukku.

Gøtufólk høvdu rættiliga gjørt seg út til hátíðarhald, tá ið nýggja skipið skuldi koma. Øll bygdin flaggaði og á keiini vóru bæði røður og kórsangur.

Men Jógvan Gregersen nýtti eisini høvi til at minnast kenda Gøtumannin, Frants Jacobsen, sum doyði av syndarligari vanlukku á Gøtuvág fríggjadagin

? Frants Jacobsen var farin á flot, og bar ikki boð aftur Í bý.

? Hann hevur verið sjómansskúlalærari, bygdaráðsformaður og havnarnevndarformaður, og kendi eg hann rætt, hevði hann staðið ímillum okkum ídag, um hesin sorgarleikur ikki var hendur, segði bygdaráðsformaðurin.

Síðani mintust mannfjøldin Frants Jacobsen við tøgn eina løtu.


Ríkt er títt hav

Bygdaráðsformaðurin segði, at tað eru teir møguleikar sum eitt ríkt hav gevur okkum, veiðihugurin og, hvat vit kunna fáa úr tí ókenda dýpinum, sum eru við til at eggja monnum til hesa íløgu.

? Tað er eitt megnar tak hjá teimum, sum hava víst treysti og megi at keypa hetta skip.

? Hetta eru menn sum vilja framburð, og ikki eru ræddir fyri at taka ábyrgd.

? Tit eru eisini við til at seta Gøtu á Føroya kortið, ja, sjálvt heimskortið.

? So tað er ikki sørt at ein følir seg eitt sindur stoltan av at vera gøtumaður í dag, tí í Gøtu tora teir at gera íløgur, siga aðrir.


Gomul siðvenja

Hann helt, at tað er vorðin siðvenja í Gøtu, at fiskiskipini her hoyra til uppsjóvar- fiskasløgini.

? Longu síðst í fimtiárunum og fyrst í sekstiárunum, fiskaðu skip hiðani úr sóknini uppsjóvarfisk og nú hava vit ein stóran part av føroysku fiskiorkuni her í sóknini.

Sjálvur upplivdi hann tíðina, hvørja summarferiu frá 1967 til 1975 at vera við Saturn, sum pápi hansara førdi, at fiska sild, makrel og rossamakrel.

? Følilsi at verða á feltinum og síggja øll hesi skipini var eitt upplivilsi í sær sjálvum.

? Eisini minnist eg tað kapping sum fór fram, hvør fekk mest , hvør fekk besta prísin og ikki minst, hvør hevði besta skipið.

? Til dømis minnist eg væl tá ið gamli Jupiter var nýggjur, hetta var eitt megnar skip samanborið við tey skip ið vóru tá.

Soleiðis helt hann eisini, at aðrir fara at føla tað tá ið teir síggja hetta stásiliga farið úti á feltinum.

? Teir fara kanska at hugsa at hetta verður ein harður kappingarneyti, og tað vón havi eg eisini fyri hesum skipi, at tað má gangast tí væl.

Hann segði, at hetta er triði Jupiter sum kemur til bygduna.

? Tann fyrsta átti Gøtu Samvinnufelag, men hann fór av bygdini.

? Síðani keypti Driftin Jupiter aftur til bygdina, og her liggur so annar Jupiter hjá Driftini, størri og betri útgjørdur enn tann fyrri. ? Um tann nýggi Juppiter kemur at roynast líka væl sum tann fyrri, fer hann at føra mangan góðan fongin heim.


Eitt sera gott skip

Eisini reiðarin, Atli Hansen, mintust Frants Jacobsen.

Hann segði, at tá ið teir komu á Gøtu við gamla Jupiter, var hann bygdaráðsformaður og tá var tað hann, sum tók ímóti.

? Nú hevur so Frants Jacobsen lagt árarnar inn. Men tað hendi í tí umhørvinum, sum honum dámdi best av øllum at vera í.

Atli Hansen var annars sera fegin um móttøkuna, tí hann helt, at tað hevði sera stóran týdning.

? Hetta taka vit sum eitt herðaklapp til eigararnar.

? Og hetta vísir, at tá ið tað er nakað á vási, stendur øll bygdin saman. Hetta vísir, hvussu stór felagsandin er í Gøtu.

Atli Hansen segði, at teir hildu seg hava fingið eitt sera gott skip.

? Skipið er ikki nýtt. Men vit kenna løtuna líka ríka sum um talan var um eitt nýtt skip.

? Tað er óvanliga væl hildið og er dagført við nýmótans tólum, tá ið brúk hevur verið fyri tí.

Hann segði, at skipið er væl kent millum føroyingar í hesi vinnuni, ikki minst tí at tað altíð hevur fiskað avbera væl og tí at tað hevur verið so væl hildið.

Atli Hansen vísti á, at hetta var skipið, sum teir fingu burturúr fimm árum við Jupiter.

? Men hetta er eitt stórt framstig ið markerar oddastøðuna hjá Gøtu í uppsjóvarvinnuni.

Hann sigur, at nú skulu onkrar smávegis ábøtur, sum skipasýnið hevur kravt, gerast.

Men alt tað verður vónandi liðugt, so at Jupiter sleppur til fiskiskap mitt í komandu viku.

Tá verður farið at fiska svartkjaft undir Føroyum og undir Íslandi.

Jupiter er fíggjaður í Føroya Banka, Kredittkassanum í Ålesund og í Framtaksgrunninum.

Atli Hansen takkaði øllum hesum stovnum fyri gott samstarv og holla ráðgeving

Seinnapartin í dag kemur Jupiter á Havnina.


Kostar 46 milliónir

Jupiter er bygdur í 1978 og hann er keyptur til Gøtu fyri 46 milliónir.

Hann er knappar 69 metrar langur, 10,8 metrar breiður og hann tekur 1.600 tons.

Gamli Jupiter tók ikki meiri enn gott 1.000 tons, so hetta er eitt stórt framstig.

Men tað størsta framstigið er kortini, at við hesum bátinum kunnu teir eisini trola, tí gamli Jupiter var nótabátur burturav.

? Av vit kunnu trola, ger at vit eisini fáa gagnnýtt svartkjaftin og tað skuldi givið eit gott íkast til raksturin, sigur Atli Hansen.

Jupiter skal fiska fyri 22-24 milliónir fyri at bera seg.

Men tað heldur Atli Hansen, at útlitini skuldu verið góð fyri, ikki minst nú prísurin á ídnaðarfiski er á veg uppeftir aftur