Eru um at drukna í klagum frá sjúklingum og avvarðandi

Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í heilsumálum, hevur sett sær fyri at fáa skil á viðurskiftunum, tá ið føroyskir sjúklingar verða sendir uttanlands at fáa viðgerð

Nýggj sjúkrahúslóg

Nú skal skil og rættvísi fáast á viðurskiftunum, táið føroyskir sjúklingar verða sendir uttanlands at fáa viðgerð á sjúkrahúsi.
Tað er endamálið hjá Hans Paula Strøm, landsstýrismanni í heilsumálum.
Tí vil hann nú hava Løgtingið at samtykkja eina nýggja sjúkrahúslóg.
? Málsøkið, sum eitur serviðgerð uttanlands hevur verið ógvuliga trupult at umsitið, ikki minst fíggjarliga.
? Samstundis hevur skipanin verið fyri ógvuliga hvøssum atfinningum bæði frá sjúklingum og teirra avvarðandi.
Hans Pauli Strøm sigur, sjúklingar og teirra avvarðandi sita mangan eftir við eini kenslu av, at mismunur verður gjørdur á sjúklingum og at tað er alt ov tilvildarligt, hvør sleppur at hava fylgjara við og, hvør sleppur ikki.
Hann sigur, at Almanna- og Heilsumálaráðið tískil er við at drukna í klagum frá sjúklingum og avvarðandi, sum ikki halda at tey hava fingið rættvísa viðferð afturímóti onkrum øðrum, sum hevur verið í somu støðu.
Ein orsøk til mismunur viðhvørt verður gjørdur á fólki, er at tað eru ikki nóg greiðar reglur á økinum.
? Í løtuni er tað mannagongdin tann, at tað er hvør einstakur yvirlækni, sum einaráðandi ger av, hvør skal sendast uttanlands í viðgerð og, hvør skal fáa fylgjara við.
? Hetta hevur ført við sær, at tað er ógvuliga ymiskt, hvussu farið verður fram, tí yvirlæknar kunnu sjálvsagt hava ymsa uppfatan av sjúklingum.

Betri tamarhald á støðuni
Landsstýrismaðurin heldur at hendan støðan kann ikki halda fram, tí tað er alt annað enn nøktandi hjá sjúklingunum og teirra avvarðandi.
Samstundis krevur hetta ómetaliga nógva arbeiðsorku at viðgerða allar hesar kærurnar.
Hann sigur, at hesi seinastu árini kann tað eisini tykjast sum um at vit hava mist tamarhaldið á játtanini til serviðgerð uttanlands, tí nýtslan er vaksin so ómetaliga nógv hesi seinastu árini.
-Tí hevur politiski myndugleikin viðurkent, at tað verður neyðugt at fáa betri tamarhald á hesum øki.
Hans Pauli Strøm leggur dent á, at í gerandisdegnum vera tað framvegis teir ymisku yvirlæknarnir, sum einaráðandi skulu gera av, hvør skal sendast uttanlands í serviðgerð og tað vera framvegis eir, sum hava fakligu metingina av hvørjum einstøkum sjúklingum.
-? Men harumframt er ætlanin at seta eina visitatiónsnevnd av fakfólki og einum umboði fyri sjúklingarnar, sum skal hava yvirskipaðu ábyrgdina av økinum.
Framyvir verður tað visitatiónsnevndin sendir sjúklingarnar uttanlands, men í dagliga arbeiðnum letur hon hesa heimildina upp í hendurnar á yvirlæknunum.
? Uppgávan hjá visitatiónsnevndin verður at gera yvirskipaðar leiðreglur fyri alt økið. Í hesum sambandi skal nevndin siga, hvørjar viðgerðar vit eiga at fáa heim til Føroyar og, hvørjar viðgerðir kunnu veitast uttanlands. Hon skal eisini átaka sær at gera avtalur við útlendsk sjúkrahús fyri at vita, hvar vit fáa bestu og bíligastu viðgerðina.
-? Eitt, sum visitatiónsnevndin skal gera, er at áseta, at eitt ávíst sjúkrahús uttanlands skal nýtast til eina ávísa viðgerð. Men hon skal eisini gera av, at sjúkrahúsverkið ikki kann bjóða eina ávísa viðgerð, tá ið tað ikki er vísindaliga prógvað, at viðgerðin grøðir. Visitasjónsnevndin kann eisini gera reglar fyri, nær ein sjúklingur hevur rætt til at fáa fylgjara við í sambandi við viðgerð uttanlands.
Somuleiðis eigur visitatiónsnevndin eisini hava skil á, at sjúklingar ikki verða sendir uttanlands, sum einsvæl kunnu fáa viðgerð í Føroyum, uttan órímliga langa bíðitíð.
? Tað eru dømi um, at sjúklingar eru sendir uttanlands, hóast teir einsvæl kundu verið viðgjørdir á einum av teimum trimum sjúkrahúsunum í Føroyum innan fyri rímiliga bíðitíð.

Siðsemiligur spurningur
Hans Pauli Strøm leggur kortini dent á, at tað eftir hansara tykki kann tað ikki koma upp á tal, at henda visitatiónsnevndin fer at forða sjúklingum í at fáa viðgerð.
? Eftir mínum tykki er tað óhugsandi, at vit fara ikki at koma i ta støðu, at visitatiónsnevndin fer at koma til ta niðurstøðu, at onkur ávis viðgerð er so dýr, at hana vil føroyska samfelagið ikki bjóða einum sjúklingi.
Hann ásannar, at tað eru viðgerðir, sum eru ógvuliga dýrar. Men tað er altíð ein politisk raðfesting, hvussu nógv skal brúkast til serviðgerð uttanlands.
---? Hetta er ein siðsemiligur spurningar og eg vænti at í slíkum førum má politiski myndugleikin taka ábyrgdina, tí tað er altíð politiski myndugleikin, sum altíð hevur evstu ábyrgdina, sigur Hans Pauli Strøm.
Og hann leggur afturat, at tað fer ikki at vera ein fíggjarligur spurningur um ein sjúklingur verður sendur uttanlands í serviðgerð, ella ikki.
Hinvegin eigur visitasjónsnevndin tí at fylgja við nýtsluni á játtanini til serviðgerð uttanlands.
? Og er tørvur á tí, eigur hon at heita á landsstýrismannin um at taka eina politiska avgerð, sigur Hans Pauli Strøm.