Jógvan við Keldu, fyrrverandi borgarstjóri, løgtings- og landsstýrismaður:
----
Tað var kendi amerkanski forsetin og landsfaðirin, Thomas Jefferson, sum segði nakað soleiðis longu í 18 . øld: “Tað eg havi lisið úr søguni, hevur sannført meg um, at flestu vánaligu stjórnarúrslitini eru komin burturúr “ov nógvum stjórnarræði””!
Vit kunnu fegnast um, at land okkara her í Norðuratlantshavi hevur eitt demokratiskt stýrislag, sum tó ikki er uttan lýti. Vit hava so ofta hoyrt tiltiknu orðini hjá heimskenda politikaranum og úrmælinginum Wintston Churchill ið segði nakað soleiðis: “Demokrati er vánaligasti háttur av stjórnarskipanum, undantikið eru allar hinar, sum frá tíð til aðra hava verið royndar”!
Valdsbýtini greið men ymisk
Valdsbýtið liggur í trimum rásum: 1. Lóggevandi valdið, 2. Útinnandi valdið og 3. Dømandi valdið. Síðani 4. ríkisvaldið, sum fjølmiðlarnir ofta verða nevndir.
Fyrsta og annað valdið kenna vit politiskt, vita hvar hesi standa, hvørjar ætlanir flokkarnir kunnu hugsa sær at fremja til høgru ella vinstru, sosialistisku leiðina ella borgarligu. Umframt, fyri at gera tað meiri trupult, skal politiski myndugleikin taka støðu til samband og sjálvstýri. Tað ber sjálvandi í sær, at torførari gerst at fremja úrslit.
Hesar politisku staðfestingarnar eru vanliga eyðsýndar.
Triðja ríkisvaldið er tað dømandi, sum hevur eina serliga ábyrgd bæði at halda seg til objektivitetin og sleppa sær undan inhabiliteti, nakað sum hesin maktfaktorur tekur í djúpasta álvara.
Fjórða ríkisvaldið, sum heft verður á føroysku fjølmiðlafólkini, er til fyri at ansað eftir serliga teimum báðum fyrstu, ja “eitt slag av varðhundi”. Hetta eru tey, sum vanliga eiga at hyggja at samfelagnum úr erva og soleiðis halda seg á ein hátt so objektivan sum gjørligt og helst uttan inhabilitet, ella vera ógegni.
Hvussu við óheftni og objektiviteti
Í londunum uttan um okkum verður rættiliga nógv kjakast um teirra objektivitet og inhabilitet. Ikki bara eru tað fólk uttanfyri fjølmiðlaheimin, men ikki minni millum fjølmiðlafólk, og tey eru sera ósamd – sjálvandi – um hvønn annan ella hini, hvussu objektiv ella subjektiv hini eru og hvussu til stendur við habilitetinum.
Havi lagt til merkis, at kendi og nógv umhildni og av journalistum virdi professarin, John C. Merrill, skal hava sagt, “at tann mest skynsami hátturin at síggja objektivitetin er, um ein hyggur at hugtakinum sum fyrimynd, sum strevast eigur at vera fram ímóti, men sum ógjørligt er at náa”! - Soleiðis eru bæði politikarar og journalistar eisini fevndir av hesum - sjálvandi. Ikki er heilt óhugsandi heldur, at teir av og á eru meiri inhabilir, enn hesir sjálvir geva sær far um.
Sá í einum innleggi hjá danska fyrrverandi sjónvarpsvertinum og høvundinum, sum nú hevur egnu fyritøku, Paulu Larrain, hon tekur soleiðis til: “Sum menniskju eru vit ikki óheft. Journalistar serstakliga ikki, tá torført er bæði at vera óheftur (líkasælur) og samfelagsliga bundin samstundis”.
Sum fyrr nevnt, so vita vit, hvar tey bæði fyrru ríkisvaldsbýtini politiskt hoyra heima.
Triðja valdsbýtið kundi eg hugsa mær er í serflokki. Meðan vit í fjórða valdinum, kunnu gita, hvar hesi hoyra heima politiskt. Av og á verður skeivt gitt, meðan til aðrar tíðir ber til at raka rætt. Hóast hetta, hevur borið til at fylgt teimum, sum einaferð høvdu starv sum journalistar og síðani lótu seg stilla upp politiskt.
Veljarakanningar altíð áhugaverdar
Fyri stívliga ári síðani varð gjørd ein víðfevnd veljarakanning millum norðurlendsk fjølmiðlafólk, sum varð kunngjørd á Nordiske Mediedager. Kanningin hevði ein áhugaverdan og greiðan boðskap við hesum úrslitum:
Í Danmark atkvøddu journalistar:
30% fyri Radikala flokkinum, 20% fyri Javnaðarflokkinum, 17 % fyri Eindarlistanum og 13% fyri SF. T.v.s. 80% høvdu atkvøtt fyri núsitandi donsku stjórnini, meðan flokkurin Vinstri fær 11%, LA 5% og 1% til DF og 2% fyri Konservativa flokkinum. Høgri vongurin fær sostatt 20%.
Í Noregi høvdu 60% atkvøtt fyri Mið-Vinstru flokkunum.
Í Svøríki liggur talið á 77% ið høvdu stuðlað Reyð-grønu flokkunum.
Hesi tøl eru tikin úr “Journalisten”.
Hvussu sær so út við politikki
og journalistikki í Føroyum
So er spurningurin, hvar er veljarakanningin fyri føroysk fjølmiðlafólk! Kundi verið áhugavert at sæð hana. Um hon ikki er gjørd, so eiga vit ikki at standa aftanfyri hini norðurlondini, sum vit oftast sammeta okkum við.
Eitt hissini dømi afturat, sum kann verða tikið til eftirtektar og eftirtanka. Ein kanning varð gjørd um tiltikna málið um Vejlegården, um hvussu ymist Jyllands-Posten og Politiken viðgjørdu hetta málið. Her var jú talan um víðfevnt fakfelagsstríð. Úrslitið er púra greitt, at meðan JP týðiligt tók støðu fyri Krifa og Vejlegården, fór Politiken hinvegin í part við 3F og vinstravonginum. – Hóast vituligt er, hvønn vegin tey hella, er hetta bæði áhugvert og sigandi!
At blaðstjórin á Norðlýsinum er sambandsmaður er eingin í iva um. Tað hevur hann meiri enn einaferð lagt herðslu á, samstundis, sum hann hevur verið formaður í Norðoya Sambandsfelag. Ein kann hava varðhuga av, hvar blastjórin á Sosialinum stendur, hóast hann fleiri ferðir hevur lagt dent á, at hann ikki er “í nøkrum flokki”. Annars tykist støðan hjá størra hópinum av føroyskum fjølmiðlafólkum at verða sera opin, hóast dúgliga hevur verið og verður gitt.
Sum fleiri útlendskir journalistar siga: “Ger tað nakað, um fólkið veit, hvar vit standa politiskt”? Tí er altíð “betur er at vita enn gita”, og tí er áhugavert at spyrja, “hvar veljarakanningin er”!