Kristianna Winther Poulsen, forkvinna í Javnstøðunevndini
-----------
Nýggja Testamenti verður í hesum tíðum endursagt og skal gevast út í einum fríari formi og í tíðaraktuellum hami. Bókin fær eftir ætlan eitt fresh look, og endamálið er, at tey ungu kunnu kenna seg aftur í hesum Nýggja Testamenti, stendur at lesa í grein í Sosialinum frá 1. apríl 2011.
6 menn sita í nevndini, sum stendur fyri útgávuni, og hendan umboðan er so breið sum til ber. Afturat hesum 6 koma 3 menn í umsetaratoyminum, umframt tveir, sum eisini eru tengdir at verkætlanini.
Hesir 11 menninir eru, um rætt er skilt, tann breiðasta umboðanin, ið fæst, tá ið Halgabók skal moderniserast fyri at røkka yngri ættarliðum. Blindi vinkulin er ómodernaður og óneyðugur, tí at eingin ivi er um, at onkur kvinna í onkrari samkomu onkustaðni man hava somu førleikarnar, sum teir 11 hava. Í Fólkakirkjuni eru í øllum førum fleiri. Og nýggja Nýggja Testamenti hevði kanska blivið enn meira fresh, um onkur teirra slapp framat?










