Bridgelandsliðið luttekur í hesum døgum í kapping millum smátjóðir í brigde í Budapest.
Kappingin, ið nevnist Small Federations Games er millum tjóðir, sum hava fáar skrásettar bridgespælarar ella smá bridgesambond.
Hetta er fyrstu ferð, at landsliðið roynir seg í hesi kappingini. Áður hevur landsliðið verið við til EM í bridge.
Á landsliðnum eru Símun Lassaberg-Árni M. Dam, Bogi Simonsen-Arne Mikkelsen. Liðleiðari er Magni Jøkladal og venjari er Per Olov Sundelin úr Svøríki.
Úrslitini higartil í kappingini hava verið misjøvn. Kappingin endar í morgin.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr beinleiðis samrøðuna FM1 hevði við Magna Jøkladal og Per Olov Sundelin í sendingini SportBoxin seinnapartin.










