Munandi færri nýstovnaði partafeløg eru skrásett seinastu árini, samstundis sum fleiri feløg snara lykilin um. Tað vísa tøl hjá Skráseting Føroya. Tølini vísa eina greiða afturgongd í talinum av nýskrásettum parta- og smápartafeløgum. Færri feløg eru sett á stovn seinnu tvey árini, og fleiri feløg hava snarað lykilin um.
Vinnuspírar eru grundarlagið fyri framtíðar vinnulívi, og fyri at tryggja búskaparvøkstur er tað sera týdningarmikið, at tað alla tíðina koma nýggjar fyritøkur til, sum seta gongd á nýggjar framleiðslur av vørum og tænastum. Somuleiðis sum at hesar eru førar fyri at skapa nýggjan vøkstur og framhaldandi menning.
Tølini frá Skráseting Føroya geva ábendingar um, at vinnuspírar í Føroyum halda seg aftur, nú búskaparstøðan ikki er tann besta. Tøl fyri stovnan av feløgum vísa eina greiða niðurgongd seinastu árini. Meðan tað í 2007 vóru stovnað 478 nýggj feløg, so er hetta talið lækkað støðugt síðani. Í 2008 vóru 254 nýggj feløg sett á stovn, meðan talið í 2009 og 2010 lækkaði til ávikavist 152 og 111.
Eisini vísa tøl frá Skráseting Føroya, at tað seinnu árini hava verið støðugt fleiri fyritøkur, ið hava snarað lykilin um. Í 2008 vóru 25 feløg skrásett sum verandi farin á húsagang, meðan tað í 2009 og 2010 vóru ávikavist 102 og 98.