Eru sinnað at leingja korona-kreppulógir

Stendur støðan við, skal eingin ivi vera um tað, siga løgtingslimir í samgonguni

 

 

 

Verður tað neyðugt, verða kreppulógirnar í samband koronu í gildi longri enn ætlanin nú er. Tað sigur Rósa Samuelsen, tingkvinna fyri Sambandsflokkin.

Løgtingið viðger í løtuni tvey uppskot frá landsstýrinum í sambandi við koronu. Endamálið er, at løntakarar, sum eru í sóttarhaldi, og fólkapensjonistar, sum arbeiða, skulu hava rætt til dagpening vegna sjúku, eins og skipanin har arbeiðsgevarar fáa endurgjald fyri lønarútreiðslur og annað.

Samgongan sigur, at tað er ikki óhugsandi, at hetta talið á smittaðum, og talið á fólki, sum skal í sóttarhald, fer at veksa.

Men hesar lógirnar verður galdandi til 31. august, og tað undrar tinglimir í andstøðuni.

Sirið Stenberg vísti á, at hendan lógin verður bara galdandi í 18 dagar, ella til 31. august og tískil er hetta ein skuttskygd loysn.

Eisini Djóni Nolsøe Joensen undrast á, at lógin fer úr gildi aftur longu 31. August. Hann sigur, at landsstýrið leggur hetta fram tí at korona smittan er farin at breiða seg, og tað er einki sum bendir á, at tann vandin er av um smáar tríggjar vikur.

Rósa Samuelsen, tingkvinna fyri Sambandsflokkin, sigur, at stendur støðan við, ella versnar hon, er eingin ivi um, at Løgtingið verður kallað saman aftur at leingja skipanina. Og tað sama sigur Steffan Klein Poulsen, tinglimur úr Miðflokkinum.

Hinvegin heldur Ruth Vang, tingkvinna fyri Framsókn, at tað er rætt at samtykkja lógir, sum ikki vara so leingi, tí støðan broytist alla tíðina.