Í roynd og veru áttu prísirnir at verið lækkaðir. Men ístaðin fyri eru teir munandi hækkaðir. Nógv fólk, sum hava hita frá Fjarhitafelagnum, eru rættiliga ónøgd við framferðina hjá felagnum.
Tey halda nevniliga, at prísirnir eru hækkaðir alt ov nógv – og samstundis eru tey stavnsbundin at felagnum, tí tað tað er eitt krav, at tey skulu hava hita frá felagnum og sostatt kunnu tey ikki fáa sær oljugýr, ella jarðahita.
Ein av teimum, sum ikki skilur støðuna, er Pætur Niclasen. Hann vísir á, at eftir reglunum skal prísurin frá Fjarðhitafelagnum fylgja gongdini í oljuprísinum. Men í fjør lækkaði oljuprísurin munandi, men tá ið Fjarhitafelagið hevur mett um gongdina fyri í ár, er prísurin fyri hvørt kilowatt kortini hækkaður 10 prosent.
– Vit eru mong, sum ikki skilja, at prísurin hjá Fjarðhitafelagnum verður hækkaður, samstundis sum at prísurin á olju er nógv lækkaður, tí teir skulu fylgjast, sigur hann.
Hann sigur, at samsundis hava tey eisini fingið nýggjar málarar, sum verða lisnir sjálvvirkandi, men fleiri undrast á, at samstundis er nýtslan hjá teimum brádliga hækkað 30 – 40 prosent. Alt hetta merkir eina stóra eykaútreiðslur hjá teimum, sum eru bundin í fjarhitafelagið, sigur hann.
Men Hans Christian Dam, stjóri í Fjarhitafelagnum sigur, at alt er farið fram eftir bókini, og tað hava vit meiri um, um eina løtu.