Eru nú samd um skattalættan

Samgongan hevur verið á fundi í dag um skattalættan, og semja er millum øll samgongufólk

 

Tað sigur Aksel V. Johannesen við Kringvarpið.

Men hann vil ikki siga nakað um smálutirnar í skattalættanum, uttan tað, at talan er um ein munandi skattalætta til láglønt og meðallønt. Hann fæst ikki at siga, hvørjar nýggjar inntøkur landskassin skal hava, fyri at hava ráð til skattalættan.

– Men hann er fult fíggjaður, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.