Sev er nú komið eitt stórt fet nærri at fremja ætlanina í verki at gera eina pumpuskipan í Vestmanna. Tað hendir, nú Umhvørvisstovan hevur góðkent ætlanina. Talan er um gera eitt vatnorkuverk, sum skal gera streym við vatni úr byrgingini á Mýrunum.
Tá ið vatnið er farið ígjøgnum vatnorkuverkið, rennur tað í eina byrging í Heygadali, Men ætlanin er at endurnýta vatnið. Samstundis skal nevniliga ein pumpuskipan gerast, so tá ið avlopsstreymur er frá vindmyllum, skal hann brúkast til at pumpa vatnið úr byrgingini í Heygadali, niðan aftur í byrgingina á Mýrunum – og so kann tað aftur brúkast til at gera streym við.
Verkið verður 400 metrar inni í fjallinum. Í sambandi við at spreingja tunlar og høll inni í fjallinum, og annað, er ætlanin at leggja umleið 390.000 kubikk av gróti á goymslu á fýra plássum í Heygadali og á Mýrunum. Onkrar av hesum goymslunum verða bara fyribils.
Men ein slík ætlan krevur eina umhvørvisgóðkenning frá Umhvørvisstovuni, og tann góðkenningin er nú komin.
Í byggitíðini verður nakað av larmi og órógvi frá arbeiðnum, men av tí at hetta er langt frá, har fólk býr, verður tað ikki mett at vera til ampa fyri fólk. Tá ið verkið er liðugt, verður tað ómannað, so har verður ógvuliga avmarkað ferðsla til og frá.
Hinvegin verður fuglur órógvaður og har eru bæði tjøldur, mýrisnípa, spógvi, steinstólpa, summartítlingur og grátítlingur. Í einum plássi, har ætlanin er at leggja grót á goymslu, reiðrast tvey tjaldurspør, eitt spógvapar, tvey steinstólpupør og eitt summartítlingspar. Á tveimum plássum, har grót skal leggjast, er vátlendi við tí vøkstri og djóralívi, sum har er av plantum og klukkum, og annað. Øll økini, sum skulu brúkast til grótgoymslu, eru áir ígjøgnum økini, ella dygst við tey.
Umhvørvisumstøðan metir, at arbeiðið fær ikki so stórar avleiðingar, at tað kann forða fyri, at ætlanin verður framd. Men í Í góðkenningini eru treytir um, at arbeiðið skal ávirka náttúrina minst møguligt, eitt nú fugl, landslagið, áirnar og vatnrenslið í haganum.