Hvussu nógva tíð brúka børn okkara á alnótini? Eru nógv “pling” á telefonunum, tá tey eru farin í song? Hvussu er okkara samskifti við børnini?
Árligi felagsforeldrafundurin á Eysturskúlanum verður í morgin, mikudagin 20. januar, og lagt verður fyri í skúlahøllini klokkan 19.
- Á fundinum verður ein kanning um netnýtslu hjá næmingunum í Eysturskúlanum, sum skúlastýrið saman við foreldraumboðum hevur gjørt, løgd fram.
Tað verður Elin Michelsen, samskiftis-og internetráðgevi, sum fer at viðmerkja og greina úrslitið av kanningini.
Niklas Heri Jákupsson fer at hugleiða um samskifti millum børn og foreldur, og fyrilesturin hjá honum hevur heitið, Minni strongd - meira nærvera.
- Kost- og heilsubreytin í Nám X fer at borðreiða við góðum køkum og kaffi, og næmingar á Miðlabreytini í Nám X fara at spæla nøkur løg, sigur skúlastýrisformaðurin, Magni á Lakjuni.











