Eru næmingarnir á Fróðskaparsetrinum sleptir uppá fjall?

«Hann sum at sær tekur er ofta sekur», sigur orðatakið. Hesi orð runnu fram fyri meg i svarinum frá borgarstjóranum,  Heðin Mortensen i svari til lesarabræv hjá mær í samband við viðurskiftini hjá teimum lesandi á Fróðskaparsetrinum, ið hava húsast í Sjóvinnuhúsinum.  Hóast eg ikki nevni borgarstjóran við einum orði í míni skrivi, megnar borgarstjórin at fáa alt skrivið hjá sær at snúgva seg um mín persón. Hetta eru vit eftir hondini nokk so von við frá borgarstjóranum.

 

Herfyri fekk ein borgari av at vita, tá hann dittaði sær at tala at viðurskiftini á dagstovnaøkinum, og somuleiðis fáa aðrir býráðslimir somu viðferð, tá tað verður varpað ljós á ymisk ónøktandi viðurskifti  og skeivar viðgerðir av málum  í Tórshavnar býráð. Eg ætli mær tó ikki at viðgera borgarstjóran, men hetta álvarsmálið um næmingarnar á Fróðskaparsetrinum, sum hava húsast í Sjóvinnuhúsinum.

 

Rætt er tað, at býráðið samtykti eitt gerðabýti millum Mentamálaráðið og Tórshavnar kommunu, og afturfyri at landið fekk 40 % av ognarpartinum hjá Tórshavnar kommunu á Venjingarskúlanum fekk Tórshavnar kommuna  bygningarnar í Hoydølum.

 

Hetta varð samtykt, tí man fegnaðist um, at tað nú  loksins kundi fara undir eitt komandi campus í Føroyum. Hetta nevni eg eisini í mínum skrivi.

 

Men undir viðgerðini í býráðnum fekk býráðið onga kunning um,  at tað ikki er rúm fyri teimum næmingunum, íð húsast í Sjóvinnuhúsinum í yvirtiknu bygningunum á Frælsinum.

 

Tikið varð undir við málinum í góðari trúgv, at nú fingu næmingarnir høvi at húsast undir sama taki á Frælsinum, soleiðis sum ynski alla tíð hevur verið.  

 

Í málslýsingini stendur, at næmingarnir á Sjóvinnuhúsinum skulu vera úti ultimo 2024. Hetta kennist ófrættakent, tá tað nú kemur undan kavi, at tað als ikki er rúm fyri øllum næmingunum á Frælsinum.

 

Tí kennist tað sum, at býraðið er ført bak ljósið í hesum máli, og at alitið hjá borgarstjóranum um at reka øll úr Sjóvinnuhúsinum, so rúm kann vera fyri allari umsitinigini hjá Tórshavnar kommunu hevur vigað tyngri enn atlitið til næmingarnar á Fróðskaparsetrinum.

 

Er tað nakað undirritaða ynskir,  so er tað eitt nýtt campusøki í høvuðsstaðnum. Tað hava okkara lesandi sanniliga uppiborið, og tað hava Føroyar brúk fyri. Hetta er eitt av minum stóru hjartamálum og mín lutur skal ikki liggja eftir.

 

 

 

Annika Olsen, býráðslimur og tingkvinna fyri Tjóðveldi