Eru nú til reiðar at basa oljudálking á Havnarvág

Ein tilbúgvingarætlan er nú gjørd fyri, hvussu farast skal fram um havnarvág verður dálkað av olju

Oljudálking

Myndugleikarnir í Havn eru nú nógv betri fyrirreikaðir til at taka olju upp, skuldi eitt óhapp hent, sum førdi við sær, at Havnarvág verður oljudálkað.-
Schumann Hjaltalin, formaður í Heilsu- og umhvørvisnevndini hjá Tórshavnar Býráð, sigur, at nú er rætt og slætt ein tilbúgvingarætlan gjørd sum greitt ásetir, hvussu farast skal fram, skuldi eitt óhapp hent, sum førir til, at Havnará verður dálkað av olju.
Hetta er hent í kjalarvørrinum á allari oljudálkingini, sum var á Havnarvág seinasta summar, tá ið sløkkiliðið javnan var til verka at taka olju upp á Havnarvág og eitt nú kravdi Bátafelagið, at Tórshavnar Býráð tók dálkingina í størsta álvara. Felagið vísti á, at útlendskir siglarar, sum komu á Havnina, søgdu, at Havnarvág var av skitnastu havnum at koma í.
Tá lovaði formaðurin í Heilsu- og umhvøvisnevndini, at Býráðið tók dálkingina í allarstørsta álvara.
og tað varð ikki ligið á boðnum, tí Býráðið setti beinanvegin ein arbeiðsbólk at gera ein tilbúgvingarætlan fyri, hvussu mannagongdirnar skulu vera um oljudálking tekur seg upp á Havnarvág.

Fastar mannagongdir
Síðani hevur hesin bólkurin arbeitt og hann hevur nú gjørt eina tilbúgvingarætlan fyri, hvussu arbeiðið skal skipast, verður Havnarvág dálkað.
Hendan tilbúgvingin er síðani samtykt og góðkend, bæði í Heilsu- og umhvørvisnevndini og í Havnanevndini hjá Tórshavnar kommunu.
Schumann Hjaltalin sigur, at í stórum er tilbúgvingarætlanin býtt sundur í stigum, alt eftir, hvussu umfatandi dálkingin er, tí alt eftir, hvuss umfatandi hon er, skulu fleiri og fleiri stovnar upp í málið.
?Men tað verður brandmeistarin, sum kemur at hava ovastu ábyrgdina av at basa dálkingini og sum samskipar arbeiðið. Tað verður brandmeistarin, sum skal hava fyrstu fráboðanina og tekur støðu til, hvat skal gerast og so tekur brandmeistarin, sum ger av, hvør annar myndugleiki skal dragast inn í málið og er illgruni um, at okkurt ólógligt er farið fram, sum krevur, at løgreglan skal uppí málið, eru eisini mannagongdir fyri, hvussu tað skal fara fram.
Eftir tilbúgvingarætlanini skal eisini nýstovnaða Umhvørvisdeildin hjá kommununu boðast frá, er vandi fyri, at oljudálkingin fer at føra aðra umhvørvisdálking.
Schumann Hjaltalin sigur, at hetta er ein tilbúgvingarætlan, sum stórur tørvur hevur verið á
? Hendingarnar seinasta summar, tá ið dálking ferð eftir ferð tók seg upp á Havnarvág vísti týðiliga at mannagongdirnar fyri, hvussu farast skuldi fram, vóru ikki nóg greiðar og at tað var eitt sindur ógreitt, hvør hevði ábyrgdina av hvørjum.
?Nú, vit hava fingið eina tilbúgvingarætlan, eru vit nógv betri fyrireikað til at basa eini oljudálking, enn vit hava verið, sigur Schumann Hjaltalin.
? Tað hevur ómetaliga stóran týdning at hvør stovnur, og hvør myndugleiki, hevur fulla greiðu á, hvør hevur ábyrgdina av hvørjum og, hvør samskipar arbeiðið. Og tað hava vit fingið nú, sigur hann.