Arbeiðið við at gera nýggju farleiðina millum Skálafjørðin og høvuðsstaðarøkið heldur fram og nú er so mikið liðið, at tunnilstoymini í vikuni kunna væntast at koma hálvan veg.
Tilsamans hava toymini sprongt 5.581 metrar av teimum 11.250 metrunum, ið skulu sprongjast. Sostatt resta einans 44 metrar í til 5.625 metrar, ið er helmingurin av teininum, ið skal spreingjast.
Um ikki okkurt óvæntað hendir, so bendir alt á, at tunnilstoymini røkka hesum málið í vikuni, tí í farnu viku sprongdu toymini 133 metrar. Tað upplýsir tunnilsfelagið á Facebook síðu sínari.
Longst kom toymið á Hvítanesi, sum í farnu viku sprongdi 74 metrar. Har eru tilsamans sprongdir 2.679 metrar. Frá rundkoyringini móti Hvítanesi vórðu sprongdir 29 metrar og hevur toymið har sprongt tilsamans 740 metrar.
Síðsta toymið, ið arbeiðir við at spreingja frá rundkoyringini móti Rókini, sprongdi í farnu viku 30 metrar og eru tilsamans 537 metrar sprongdir á teininum.