Tað er nú greitt, at gamli Bankabygningurin í Húsagøtu verður nýggj politistøð í Havn
Nógv umrøddi bankabygningurin í Húsagøtu, eru nú seldur.
Tórshavnar Býráð upplýsir, at í dag hevur fíggjarnevndin hjá danska Fólkatinginum góðkent avtaluna ímillum Tórshavnar kommunu og Bygningsstyrelsen um bankabygningin, umframt grannaognina, og framyvir skal tað vera nýggj politistøð.
Tað var á heysti 2014, at løgreglan í Føroyum vendi sær til kommununa, tí løgregluni tørvaði nýggj høli. Løgreglan var áhugað í bygninginum við Húsagøtu, tí bygningurin liggur væl fyri til teirra virksemi, sigur Býráðið.
Tórshavnar kommuna yvirtók bygningin frá BankNordik 31. mars í ár fyri 40 milliónir krónur.
Og nú hevur Tórshavnar kommuna so selt bygningin, umframt grannaognina, sum er 665 fermetrar, til Bygningsstyrelsen fyri 41,5 milliónir krónur.
Bygningsstyrelsen yvirtekur bygningin í Húsagøtu, og grannaognina 1. november.