Talan hevur verið um hampuliga drúgva ferð hjá landsliðshópinum, sum í morgun klokkan 8.15 setti kós móti Kastrup.
Um 16-tíðina føroyska tíð varð lent í Vilnius, og alt fyri eitt stóð ein venjing á skránni.
Hendan hevði tó mest til endamáls at loysa vøddarnar nakað, og serliga varð talan um heilt lætta renning og nógva strekking hjá teimum, sum spældu leygardagin.
Ivamálini í hópinum eru framvegis Bogi Løkin og Rógvi Jacobsen, og hvørgin teirra vandi nakað serliga hart í dag.
Í morgin hevur landsliðið eina venjing á stadion, har dysturin skal spælast, og mikukvøldið verður so blást ígongd til seinasta landsdystin í 2008.