Eru nú givnir at leita

Teir eru nú givnir at leita eftir abbadóttir Robert F. Kennedy og átta ára gamla soni hennara, Gideon.

 

Leitingin eftir abbadóttir Robert F. Kennedy og soni hennara, átta ára gamla Gideon, er nú steðgað. Tað var hósdagin, at tey bæði fóru í ein lítlan bát - eina kano - tá tey skuldi fara eftir einum bólti, sum tey høvdu mist á sjógv.

CNN sigur, at leitingin eftir teimum báðum varð steðgað, eftir at leitað hevði verið í 26 tímar. Syrgiliga hendingin fór fram í Chesapeake Bay, nær við Annapolis í Maryland.

Longu fríggjadagin, áðrenn leitingin helt upp at, varð hildið, at móðir og sonur vóru deyð á sjónum, tí ein bátur varð funnin, ið líktist bátinum, sum tey bæði høvdu verið í. 

Amerikanskir miðlar skriva, at veðrið var ruskut, tá tey fóru í bátin, og hetta er helst orsøkin til, at móðir og sonur ikki vunnu upp land aftur.

- Hetta er ein ógvuliga syrgilig hending, og tað var trupult at taka avgerð um at gevast at leita, sigur varaleiðarin á tilbúgvingartænastuni í økinum, Matthew Fine, við CNN.

Mamman, Meave Kennedy McKean, var abbadóttir Robert F. Kennedy, sum varð skotin í 1968, meðan hann var forsetavalevni.

Beiggi Robert F. Kennedy, John F. Kennedy, varð dripin í Dallas í 1963, meðan hann var amerikanskur forseti.

Kennedy-familjan hevur gjøgnum tíðirnar verið hart rakt av ymiskum vanlukkum, og her eru nakrar av hendingunum, sum hava rakt familjuna:

* 1963: Forsetin, John F. Kennedy, verður skotin í Dallas

* 1968: Robert F. Kennedy, forsetavalevni, verður skotin í Kalifornia.

* 1984: Sonur Robert F. Kennedy - David - doyr at yvirdosis.

1997: Sonur Robert F. Kennedy - Michael - doyr í einari skíðvanlukku.

* 1999: Sonur, John F. Kennedy - John F. Kennedy Jr. og kona hansara - doyggja í einari flogvanlukku.

* 2019: Abbadóttir Robert F. Kennedy, Saoirse Kennedy Hill, doyr av yvirdosis.

* 2020: Abbadóttir Robert F. Kennedy - Maeve Kennedy Townsend McKean og sonur hennara - eru saknað eftir vanlukku í báti.