Eru meira tilvitað um antidoping

Hetta er fyrsta árið, at føroysk dopingeftirlitsfólk sjálvstøðugt hava staðið fyri dopingroyndum í Føroyum

Hetta er fyrsta árið, at føroysk dopingeftirlitsfólk sjálvstøðugt hava staðið fyri dopingroyndum í Føroyum.

 

32 royndir eru tiknar í hesum ítróttagreinum: Fótbólti, kappróður, innirógving, hondbólti, svimjing, boksing, fimleiki og judo.

 

Dopingeftirlitsfólkini hava verið í Klaksvík, Runavík, Norðagøtu, Tórshavn, Vestmanna, Sandavági og í Vági. Allar royndirnar vóru negativar.   


- Hetta fyrsta árið hevur gingið væl. Dopingeftirlitsfólkini hava fingið sínar royndir og hava tey samstundis verið væl móttikin, verður sagt úr Antidoping Føroyum.

 

Dopingeftirlitsfólk hava fyri stuttum verið í Danmark og kunnað seg meira um arbeiðið hjá Antidopingdanmark, tá tað fevnir um venjingarmiðstøðir. Vitjað varð á ymiskum venjingarmiðstøðum í Keypmannahavn og vóru dopingeftirlitsfólkini eisini kunnað um mannagongdir og annað.

 

Átta venjingarmiðstøðir í Føroyum hava eisini gjørt samstarvsavtalu við Antidoping Danmark/Føroyar. Tær eru: Vælvera í Tórshavn, Vælvera í Saltangangará, Vælvera í Vági, Vælvera í Vestmanna, Tvørmegi í Tórshavn, Fullpower í Klaksvík, Fullpower í Runavík og Íðka í Klaksvík.