Samferðsla
Tórshavnar Kommuna er rættiliga við at koma í neyð.
Um tvey ár fer nýggj Norrøna at sigla og um trý ár er eisini ein nýggj suðuroyarferja bygd.
Hesi bæði skipini eru munandi størri enn Norrøna og Smyril, sum nú eru og tískil krevja tey eisini nógv meiri pláss.
Tórshavnar Kommuna sigur, at skal tað bera til hjá hesum báðum skipunum at leggja at í Havnini, verður tað neyðugt at byggja Tórshavnar Havn út fyri góðar 60 milliónir krónur.
Men tað heldur kommunan ikki, at hon skal betala einsmøll.
Kommunan hevur tí biðið landsstýrið um at fáa stuðul til útbyggingina.
Somuleiðis sigur Tórshavnar kommuna at útbyggingarnar kunnu ikki verða taldar upp í kvotuna, sum Kommunan hevur fingið til útbyggingar.
Fyri alt landið
Í einum brævi, sum Tórshavnar Kommuna hevur sent Vinnumálastýrinum, verður víst á, at økið við Farstøðina á Eystaru Bryggju í Havn er við at verða eitt samferðsluvegamót hjá øllum landinum.
Men nú nýggj Norrøna kemur í 2003 og nýggj suðuroyarferja í 2004, er ætlanin, at bæði skipini skulu kunna leggja at, har Norrøna og Smyril nú liggja.
Men skal tað lata seg gera, verður neyðugt við munandi útbyggingum.
Av tí, at hetta er so dýrar útbyggingar, og av tí at ferðslan á økinum má avgreiðast, mugu útbyggingarnar gerast í stigum. harafturat tað bara til at arbeiða tann partin av árinum, Norrøna ikki er í summarsigling.
Tí er tað neyðugt at byrja longu 1. januar,
Í brævinum til Vinnumálastýrið, vísir Býráðið eisini á, at tænastan, sum ferðafólkið við Smyrli fær, er ikki nøktandi.
?Tíðum er neyðugt hjá Smyrli at leggja at ytst á Molandum, soleiðis at ferðafólk og bilar mugu ganga og koyra ímillum trukkar og bingjur.
?Fyri at bøta um hesi viðurskiftini, verður neyðugt at bæði Norrøna og Smyril fáa lagt at á Bursatanga.
Men skal tað bera til, verður neyðugt at skipini fáa hvør sína ferjulegu, tí mangan eru tey bæði á Havnini ísenn
Sostatt verður tað neyðugt at byggja havnalagið út fyri góðar 60 milliónir.
Hevði Norrøna sum nú er, hildið fram at siglt so at tað bara gjørdust neyðugt at byggja út til nýggju suðuroyarferjuna, hevði talan verðið um eina útbygging fyri góðar 34 milliónir.
? Útbyggingirnar til Smyril eru beinleiðis í eina samferðsluhavn og tíverður heitt á Føroya Landsstýrið um at veita okkum sama fíggjarliga stuðul, sum er veittur øðrum samferðsluhavnum, sigur Býráðið við Vinnumálastýrið.
? Hetta eru útbyggingar, sum eru neyðugar fyri at tryggja suðuroyingum og føroyingum hóskandi samskifti og sumTórshavnar kommuna tí ikk einsamøll kann bera allan kostnaðin av.
Somuleiðis vísir Býráðið á, at útbyggingar, sum koma øllum landinum til góðar, kunnu á ongan hátt verða taldar upp í útbyggingarkvotuna hjá Tórshavnar Kommunu og Býráðið heitir tí á Landsstýrið um at hækka kvotuna hjá kommununi við teirri uphæddini, sum Tórshavnar Havn skal betala av útbyggingunum.










