Eru komin eitt stig nærri einum verkfalli

Arbeiðsgevararnir vraka einum uppskoti frá Pedagogfelagnum

Nú eru vit komin eitt stig nærri einum verkfalli hjá Pedagogfelagnum. Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hevur nevniliga beint nú vrakað einum uppskoti frá Pedagogfelagnum um, hvussu samráðingarnar kundu halda fram.

 

Tað var 21. mai, at semingsmaðurin gavst við royndunum at fáa pedagongarnar og Arbeiðsgevarafelagið at semjast um ein nýggjan sáttmála. Pedagogarnir vrakaðu semingsuppskotið og sostatt er sáttmálaloyvi. Men pedagogarnir søgdu tá, at teir fóru ikki í verkfall enn og síðani sendu teir arbeiðsgevarafelagnum eitt uppskot um at halda fram við samráðingunum. Men tað hevur arbeiðsgevarafelagið so vrakað í dag.

 

– Uppskotið hjá Pedagogfelagnum byggir í stóran mun á upprunakrøvini hjá felagnum, og sostatt verður lagt upp til at partarnir byrja at samráðast heilt av nýggjum. Tí halda Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið seg til semingsuppskotið hjá Semingsstovninum, siga arbeiðsgevararnir í eini fráboðan beint nú.

 

Arbeiðsgevararnir halda ikki, at nøkurmeining er í at taka samráðingarnar upp aftur, tá ið hugsað verður um, at nógvir samráðingarfundir og drúgv seming hava verið millum partarnar.

 

Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið vilja fegin fáa eina semju, men semjan má taka støði í tí semingsuppskoti, ið Semingsstovnurin hevur lagt fyri partarnar, siga tey.