- Tað hevur gingið ordiliga væl higartil. Vit hava sett tað mesta upp og vit vóru heppin við veðrinum. Tí hóast vit væntaðu regn, so hevur tað verið turt og sól.
Tað sigur Sigvør Laksá, stjóri í G!, nú fyrireikingarnar til G! eru um at vera lidnar og festivalurin byrjar í kvøld.
Stjórin greiðir frá, at man byrjar at merkja á bygdini, at nú stundar til festivalin.
Tað mesta er sett upp nú, nógvir gestir eru komnir og lív er aftur í bygdini. Man byrjar eisini at merkja festivalstemningin. Veðrið er eisini av tí besta og fólk standa úti og sóla sær.
Spurd um hvussu sølan av atgongumerkjum hevur hilnast, so letur stjórin á G! væl at.
- Vit eru á umleið sama støði sum í fjør. Tað vil siga, at vit ikki hava yvirskot men, men eins og í fjør, so vænta vit, at vit liggja omaná, tá festivalurin endar, sigur Sigvør Laksá.