Í samgonguskjalinum stendur, at “Nevnd verður sett at kanna møguleikarnar fyri at leggja allar maritimar útbúgvingar saman á einum stað".
Hetta er sera skilagott. Vit eiga at skipa okkara útbúgvingarverk soleiðis, at vit fáa skapt so stór, fjølbroytt og mennandi umhvørvi sum gjørligt. Einasti máti at náa tí málinum, er at hava útbúgvingar, sum hoyra saman, á sama stað. Tí okkara land er so evarska, evarska lítið.
Samgonguskjalið var eisini fylgt - í fyrstu atløgu. Ein nevnd, mannað við skúlastjórunum á Vinnuháskúlanum og Klaksvíkar Sjómansskúla og umboðum fyri Mentamálaráðið varð sett at kanna møguleikarnar fyri at leggja allar maritimar útbúgvingar á einum stað.
Tilmælið var, at "maritimar útbúgvingar og skeið verða skipað í Tórshavn. Partar av skeiðsvirkseminum kunnu tó skipast aðrastaðni."
Men so fekk nevndin eisini ein sokallaðan "ískoytisarbeiðssetning", sum týðuliga er merktur av partaplitiskum og lokalpolitiskum atlitum. Í hesum "ískoytisarbeiðsetningi" verður nevndin biðin um at "lýsa eina millumloysn, har skipsførara- og maskinmeistaraútbúgvingarnar verða uppstigaðar til bachelorstøði á einum staði, og at útbúgvingarnar til skipara og maskinist verða lagdar á øðrum staði."
Sum tú spyrt fært tú svar, og nevndin kundi illa svara øðrvísi enn hon gjørdi: "skipsførara- og maskinmeistaraútbúgvingarnar verða skipaðar sum bachelor-útbúgvingar í Tórshavn", og at "skipara- og maskinistútbúgvingarnar verða skipaðar í Klaksvík."
Tað er sólarklárt, at hesin spurningur var ein politisk bílegging. Men nevndarlimirnir vildu ikki lata seg misbrúka í einum partapolitiskum spæli, og gjørdu tí greitt, at "ískoytisarbeiðsetningurin um at skipa útbúgvingarnar á tveimum støðum er í andsøgn við upprunaliga arbeiðsetningin og tilmæli, sum er at skipa útbúgvingarnar saman á einum stað. Fakligu, fíggjarligu og námsfrøðiligu fyrimunirnir verða tí ikki náddir."
Rossahandil
Men hvat er tað so, sum Helena Dam á Neystabø nú hevur gjørt av?
Jú, hon hevur valt júst ta loysnina, har teir "fakligu, fíggjarligu og námsfrøðiligu fyrimunirnir ikki verða náddir".
Tí er upplagt at spyrja, hvat tað so er, sum verður nátt.
Og partafólk hjá landsstýriskvinnuni í Tórshavnar Býráð eru ið hvussu er ikki í iva: Helena Dam á Neystabø hevur gjørt ein rossahandil í samgonguni! Soleiðis ljóðar tann óinnballaða ákæran frá t.d. Levi Mørk. Helena hevur, sigur hann, gjørt hetta fyri at fáa ávísar tinglimir at atkvøða fyri verkætlanini við Marknagil.
Eg veit sjálvandi ikki líka væl um hetta sum partafólkini hjá landsstýriskvinnuni sjálvari - men eg havi sett henni ein skrivligan spurning, har eg m.a. biði hana lýsa, hvørjir teir fakligu, fíggjarligu og námsfrøðiligu fyrimunirnir eru av tí, sum hon hevur gjørt.
Føroyar - eitt land!
Alt skal ikki vera í Havn. Útbúgvingar skulu vera aðrastaðni við. Eingin ivi um tað. Føroyar skulu vera eitt land. Ikki ein býur.
Men vit mugu ásanna, at vit eru sera fá. Skulu vit skapa nakað við góðum umhvørvi og styrki, mugu vit savna saman - ikki spjaða. Savna fólkaskúlar. Savna Miðnámsskúlar. Savna tekniskar útbúgvingar. Savna umsiting. Savna sjúkrahús.
Alt skal so avgjørt ikki savnast í Havn. Í eini stórari, visionerari heildarætlan, hevði t.d. verið upplagt at savna allar tær maritimu útbúgvingarnar í Klaksvík.
Men at spjaða tær sundur - tað er at gera skaða. Og tað er at ganga beint ímóti teirri fakligu ráðgevingin.
Hví ger landsstýriskvinnan tað so kortini? Kann tað veruliga hugsast, at javnaðarfólkini í Tórshavnar Býráð hava rætt?