Eru jólini bara fyri børn?

Nú vit skriva 1. desember er tað nærliggandi at seta spurnartekin við, um vit vaksnu eisini skulu lata okkum forføra av jólunum – ella vit skulu lata børnini um jólahugnan.

 

Flestu okkara hava helst fingið okkurt frá nissuni hvønn dag í desember, tá ið vit vóru børn, men av onkrari orsøk gloymir nissan at vitja tey, sum eru blivin vaksin. Og so slær veruleikin hart: Nissan er ikki til!

 

Sjálvt um vit kanska hava ein mistanka um, at nissan í veruleikanum er mamma ella babba, so er tað ikki sørt skelkandi at finna útav, at vit brádliga verða flutt úr “barn” kategoriini og yvir í “vaksin” kategoriina.

 

Men nú hava teir ymsu handlarnir funnið útav, at vit í veruleikanum tíma væl at verða børn hendan eina mánaðin av árinum. Og tí ber til at keypa serstakar gávukalendarar til kvinnur og menn í Matas, Body Shop og líknandi vælveruhandlum. Og hvør vil ikki hava 24 pakkar við vælverutingum? Matas lýsir øgiligt við, at fleiri og fleiri keypa gávukalendararn til maka sín ella til onkra vinkonu.

 

Hevur tú tó ikki hug at brúka 1000 krónur áðrenn jólagávurnar skulu keypast, men kortini vil vísa onkrum, at tú hugsar um tey, so kanst tú altíð keypa bíligar og stuttligar gávur hvønn

sunnudag í advent – tað er altso bara tankin sum telur, og støddin, prísurin og góðskan hevur ikki stóran týdning. Bara vit sleppa at kenna okkum sum børn aftur, so stendur væl til ?

 

Danska heimasíðan romantikeren.dk, sum fleiri donsk bløð vísa til í hesum døgum skrivar, at ein pakkakalendari kann gera undur, um tú vilt gleða tín maka. Hevur tú ikki ráð til dýru gávurnar frá Matas, ella tíð til at keypa 24 gávur sjálv, so kanst tú eisini bíleggja liðugt gjørdar pakkakalendarar á netinum.