Eru ímóti at vit fáa koronupass - men tey góðtaka tað

Jenis av Rana endurtekur, at hann er ímóti koppsetingini fyri koronu

Korona gongur kring landið sum ongantíð áður og tí hevur landsstýrið nú sett nýggj tilmæli í gildi.  Miðflokkurin hevur altíð verið harðliga ímóti eini skipan við koronupassi, tí tey góðtaka ikki, at vit gera mun á fólki.

 

Les eisini: Her eru nýggju koronu-tilmælini frá landsstýrinum

 

Men eitt av hesum tilmælum er nettupp tað, at vit skulu hava koronupass fyri at fara á matstovu, til frisør, og aðrastaðni, har fólk eru tætt saman. Í áðni segði Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin, at eftir hansara tykki er hetta nakað, vit eiga at góðtaka, sum støðan er nú.

 

Les meiri her: Hetta mugu vit góðtaka

 

Men tað er ikki semja í landsstýrinum um hendan spurningin. Jenis av Rana úr Miðflokkinum, sum er landsstýrismaður í uttanlandsmálum og í mentamálum, sigur fyri okkum, at Miðflokkurin er framvegis ímóti, at vit fáa eina skipan við koronupassi. Miðflokkurin hevði nevndarfund í gjár, har hesin spurningurin var frammi, og har var niðurstøðan, at tey taka ikki undir við eini skipan við koronupassi.

 

Men samstundis ásannar Jenis av Rana, at her er Miðflokkurin komin í minniluta. Hann sigur eisini, at hetta fer ikki at fáa nakrar avleiðingar fyri samgonguna, tí sum so er hetta ikki brot á samgonguskjali, tí har stendur einki um koronu.

 

Hann leggur eisini afturat, at Miðflokkurin hevur eisini hægri mál við politikki enn til at hetta skal koma í vegin fyri samgonguna.

 

Men annars endirtekur Jenis av Rana, at hann er framvegis ímóti at lata seg koppseta fyri koronu, tí hann sigur, at koppingarevnið er ikki nóg væl kannað og vita vit heldur ikki, hvørja langtíðarávirkan tað kann fáa.

 

Annars verður løgmaður at hoyra í tíðindunum á FM1 nú klokkan 12