Høgni Hoydal
Uttanríkispolitiska ómegdarlógin hjá løgmanni og samgonguni skuldi standa sína roynd, nú forsætisráðharrin vitjaði í Føroyum. Løgmaður hevur ferð eftir ferð roynt at geva føroyingum ta fatan, at talan er um eitt "søguligt frambrot" og at vit nú veruliga kunnu taka lut í altjóðagerðini.
Andstøðuflokkarnir, Tjóðveldisflokkurin, Miðflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin, hava hinvegin víst á, at talan er um eitt risa-afturstig, har danska stjórnin hevur gyrðað Føroyar inni í eini lóggávu, har føroyingar nú bert skulu vera fulltrúar hjá Danska Kongsríkinum undir heitinum "Kongeriget Danmark for så vidt angår Færøerne".
Hartil hevur andstøðan staðiliga víst á, at samgongutinglimir hava atkvøtt fyri eini lóg, har tað verður sligið fast, at føroyingar binda seg í donsku grundlógina og til ikki at ganga ímóti donskum áhugamálum, og at danir skulu spyrjast bæði áðrenn, undir og eftir eina samráðing.
Vátur vøttur
frá Anders Fogh
Og hvussu royndist nú fyrsta stigið í hesum stóra frambroti samgongunnar? Løgmaður hevði sjálvur lagt upp til, at nú skuldu Føroyar uppí EFTA og altjóðagerðina.
Men Anders Fogh Rasmussen gav honum vátan vøtt í Leynum. Við vanligum uttanumtosi og útsagnum sum: "at nu skal vi analysere først"...og "vi må jo holde os til loven"...og "i må først overtage flere områder" - so segði danski forsætisráðharrin so greitt bums nei, sum sigast kann á embætismannamáli.
Sosialurin hevur lagt hetta út sum "ein positivur andi". Ja, Sosialurin ger kanska tjúkt gjøldur burturúr løgmanni, tá teir í oddagreinum tosa um "Leyna-andan", sum nú ræður millum Føroyar og Danmark.
Tí hetta kann bert ein vera ein ringur andi ella ein illur andi, um vit bert kenna eitt sindur til søguna og eisini vilja hugsa eitt lítið sindur fram um nøsina.
Tað bar til áðrenn
- men ikki nú
Áðrenn ein tílik ómegdarlóggáva kom uppá tal, hava føroyskir myndugleikar støðugt víðkað sínar ræsur sjálvir á altjóða pallinum.
Eitt nú hava vit samráðst um og gjørt ein fríhandilssáttmála við Ísland, ið fevnir um øll tey sonevndu "fýra frælsini" fyri vørur, kapital, arbeiðsmegi og tænastur.
Nú hevur løgmaður boðað frá, at vit ynskja at gerast partur í júst teimum somu fýra frælsunum í EFTA - so nú skal henda sonevnda "frambrots-lóggávan" standa sína roynd.
Men hvat hendir?
- Fyri trimum árum síðani bar væl til at samráðast við Ísland og gera ein sáttmála lidnan til undirskrivingar, sum fevnir um tey fýra frælsini - eisini á málsøkjum, ið ikki eru fult yvirtikin.
- Nú ber sambært donsku stjórnini ikki til at gera júst tað sama mótvegis EFTA, tí krav er um yvirtøkur og víst verður til løgfrøðisligar forðingar. Hví var tað ikki galdandi, tá vit samráddust við Ísland?
- Nú sigur danska stjórnin, at Føroyar kunnu ikki gerast limir í EFTA sum Føroyar, men bert sum partur av danska kongsríkinum undir heitinum "Kongeriget Danmark for så vidt angår Færøerne". Tað stendur jú í lógini, sum Løgtingið hevur samtykt. Eitt grovt afturstig í mun til Íslandssáttmálan og í mun til, at vit eitt nú gjørdust sjálvstøðugur limur í NAMMCO.
- Danska stjórnin førir nú fram, at sambært uttanríkispolitisku heimildarlógini, so er tað bert á fult yvirtiknum málsøkjum, at føroyingar kunnu gera sáttmálar vegna "Kongeriget Danmark". Tískil skulu nógv málsøki yvirtakast, áðrenn vit yvirhøvur kunnu umhugsa at koma uppí EFTA sum danskir fulltrúar.
- Danski forsætisráðharrin nýtir nú beinleiðis uttanríkispolitisku ómegdarlógina móti landsstýrinum, tí sum hann segði við danskar fjølmiðlar: "Nu må vi jo holde os til loven".
Synd í løgmanni
Sostatt er virkisførið hjá føroyingum longu munandi skert í mun til tíðina undan henda lóggáva fekk gildi.
Spurningurin er tí: Hvaðani koma tær løgfrøðisligu forðingarnar mótvegis EFTA, sum ikki vóru og eru í fríhandilssátmálanum við Ísland?
Svarið kann bert vera eitt: Løgfrøðisligu forðingarnar verða settar eftir hugi og ynski hjá donsku stjórnini við hesi sonevndu uttanríkispolitisku heimildarlógini í hondini. Við hesum "søguliga frambroti" í hondini, sum løgmaður hevur skírt tað.
Hetta er syrgiligt at uppliva. Og mær tykti hjartaliga synd í løgmanni tá hann sat á beinkinum í Leynum. Kundi ikki annað enn hugsa: "Undirbrotligheitin leingi livi!"
Hinvegin er ongantíð ov seint at læra av mistøkum og at hálsa um. Vit eru tilreiðar at hjálpa løgmanni at taka ómegdarlógirnar av sum skjótast, áðrenn tað gerst uppaftur pínligari hjá løgmanni og samgonguni.