Eru ikki so spentir at loysa

Útróður

- Eg haldi ikki, at útróðrarmenn eru so spentir at loysa í løtuni. Fiskiskapurin hevur verið á eini leið, men hýsuprísurin er lágur, og agn og egning eru dýr.
Tað sigur maðurin, vit tosaðu við á Landingarmiðstøðini í Klaksvík í morgun.
Hann vísir á, at herfyri fiskaðu útróðrarbátarnir væl, men síðan minkaði fiskiskapurin nakað, samstundis sum hýsuprísurin er lækkaður.
- Teir stóru útróðrarbátarnir hava tó fingið hampiliga væl, upp í eini 7.000-10.000 pund á setuna. Teir hava soleiðis ligið um eini 100-150 pund á línuna.
Lagt verður aftrat, at skal ein seta eftir hýsu í løtuni vera lønandi, er neyðugt, at rættiliga væl er á línuni.
Á Landingarmiðstøðini í Klaksvík siga tey, at hýsuprísurin á bretska marknaðinum er fallin, og høvuðsorsøkin er, at norðmenn í løtuni senda so nógva hýsu á marknaðin.