Eru ikki so lokalir longur

Norðoya Sparikassi rundar í dag tey 90 árini sum peningastovnur. Størsta broytingin hesi níti árini sigur Eyðfinn Reyðberg, stjóri, er at sparikassin er farin frá at vera lokalur til landsdekkandi

Peningastovnar

Rógvi Nybo

rogvi@sosialurin.fo


Tann upp til miðskeiðis í fimmtiárunum einaráðandi peningastovnurin í Norðoyggjum, Norðoya Sparikassi, hevur í dag níti ár á baki. Stórar broytingar hava merkt føroyska samfelagið og heimin sum heild hesi níti árini, men sambært stjóranum í Norðoya Sparikassa, Eyðfinn Reyðberg, stendur bankin enn fyri teimum somu grundleggjandi virðunum – tó við eini stórar broyting.

- Upprunaliga varð Norðoya Sparikassi settur á stovn, tí eingin slíkur var í Norðoyggjum um ta tíðina, og Klaksvík var ein býur í stórum vøkstri. Vit vóru eisini einsamallur í býnum inntil í fimmtiárunum, tá bæði Sjóvinnubankin og Føroya Banki settu deildir á stovn í Klaksvík, greiðir Eyðfinn Reyðberg frá.


Lokalt ikki nóg stórt

Norðoya Sparikassi varð upprunaliga grundaður sum ein lokalur sparikassi. Hann hevur eisini í stóran mun verið verandi lokalur upp gjøgnum tíðirnar. Men nýggjar tíðir krevja nýggjar miðlar, og í 2005 og 2006 valdi sparikassin at ganga plankan út og gjørdist landsdekkandi.

- Tað er ikki nóg stórt í dag, bara at fokusera upp á Norðoyggjar. Tí valdu vit at fara til Runavíkar og Havnar eisini, og har hevur gingist eftir vild, staðfestir Eyðfinn Reyðberg.

Virksemið sum er tengt at deildunum í Havn og í Runavík nærkast helminginum av samlaða virkseminum hjá peningastovninum.


Góður dagur hjá kundunum

At Norðoya Sparikassi hevur rundan dag kemur sjálvandi eisini kundunum til góðar. Tað verður ikki tað heilt stóra hátíðarhaldið, men kundarnir fáa tó ymsar ágóðar av hesum degi.

- Vit royna at koma við góðum tilboðum til innlánskundarnar hjá okkum í dag. Eitt nú hava vit ymsar kontur, ið vit bjóða serliga fram, har nevnast kunnu 1’arin, ekann og aðrar, har vit í dag bjóða eina góða innlánsrentu. Men eisini gjøgnum alt árið hava vit verið við til at stuðla ymsum verkætlanum, og har kunnu nevnast, at vit millum annað hava latið 150.000 krónur til nýggju bókina um KÍ-søguna, sum Árni Dahl skrivar, og vit hava eisini latið 150.000 krónur í stuðli til bøkur um Leirvíkar søgu, sum Ingvard Fjallstein skrivar. Vit hava eisini latið fígging til bygging av nýggjari Støkk-høll. Sjálvandi vóru vit eisini við til at stuðla Summar Festivalinum, sum vit gera á hvørjum ári, greiðir Eyðfinn Reyðberg frá.


Eru væl fyri

Seinasta árið hevur rættiligt rumbul verið í fíggjarheiminum, og fíggjarkreppan hevur eisini sett síni spor í føroyska samfelagnum og í roknskapinum hjá Norðoya Sparikassa.

- Vit hava tað gott. Støðan hjá bankunum avspeglar altíð støðuna í samfelagnum, og seinni hálvársroknskapurin í fjør og tann fyri fyrr hálvár í ár eru nógv merktir av stórum niðurskrivingum, og tí hava vit havt hall. Men vit meta at tað ringasta er av, og at vinnu- og privatkundarnir eru við at fóta sær aftur og stabilisera seg, sigur Eyðfinn Reyðberg.

Hann greiðir eisini frá, at solvensurin hjá Norðoya Sparikassa er góður, og at tað er eitt tekin um at sparikassin hevur tað gott.

- Í skriftini stendur eisini skrivað, at tað vóru sjey góð og sjey ring ár. Í Føroyum hava vit nú havt sjey pluss sjey góð ár, og vit merkja nú nøkur verri ár. Tó mugu vit bara vóna at tað ikki verða sjey pluss sjey rakár hóast alt, fortelur stjórin í Norðoya Sparikassa.


Gjalda niður heldur enn at brúka

Eyðfinn Reyðberg sigur eisini, at hann heldur orsøkin til at handlar og onnur merkja stóra afturgongd vera, at fólk heldur velja at gjalda niður skuld, heldur enn at brúka pengarnar í handlunum.

- Og hetta er jú eisini náttúrligt, og er ikki nakað eg, tú ella løgmaður kunnu gera nakað við. Fólk velja sjálvi, hvat tey nýta pengarnar til, og nú síggja vit at tey heldur velja at gjalda skuld niður. Sostatt haldi eg ikki at fólk hava minni pengar um hendi, men at tey heldur velja at nýta teir øðrvísi, sigur hann.

Hann vísir eisini á, at føroyingar eru relativt væl fyri í mun til onnur á tí økinum. Hjá Norðoya Sparikassa er miðalskuldin til húsalán og annað um 600.000 krónur, og í hinum peningastovnunum er miðalskuldin um 700.000 til 800.000 krónur.

- Um vit samanbera hesi tølini við tey hjá donskum peningastovnum, so síggja vit at føroyingar skylda í miðal bara helvtina av tí, sum donsku privatkundarnir skylda. Hetta er eisini bara gott, og sostatt eru føroyingar sum heild væl stillaðir í mun til fíggjarkreppuna, sigur stjórin í Norðoya Sparikassa.