Í dag hava bólkarnir sum skulu kappast í Wacken Metal Battle Føroyar havt ljóðroyndir í Sjónleikarahúsinum.
Útlendskir dómarar eru komnir til Føroya fyri at døma og meta um avrikini hjá teimum føroysku tungmálmsbólkunum, sum skulu gera sítt ítarsta í Sjónleikarahúsinum leygarkvøldið.
Jan Roger Petersen úr Noregi, og Kasper Molin úr Danmark vóru báðir hjástaddir, sum dómarar, tá Hamferð vann ta evropeisku Wacken Metal kappingini í Týsklandi. Teir eru báðir samdir um, at Hamferð gav eina minniliga framførslu, sum veruliga fór inn hjá tí stóru áhoyrarafjøldini.
Við at trýsta á pílin undir myndini ber til at hoyra eina samrøðu við Jan Roger Petersen og Kasper Molin, har eisini verður prátað við fyrireikaran, Teit Fossáberg Joensen.










