Eru í holt við eftirlønarspurningin

   

Í greinini í blaðnum í gjár um landsfund Føroya Fiskimannafelags nevndu vit, at felagið hevur bíðað eftir tí almenna í samband við eftirlønarskipan, tí felagið metir, at ein sonevnd ?felagsloysn?, sum tað almenna stendur fyri, vildi verið best.

Her kann leggjast afturat, fyri at eingin misskiljimg skal vera, at felagið hevur sett ferð á arbeiðið at gera eina skipan fyri fiskimenn. Felagið samstarvar við tryggingina og ætlar at koma langt við hesum í ár.


-blðm-