Hundraðtals føroyingar eru í dag á veg til týska býin Offenburg, har árliga kristna stevnan Teenstreet byrjar í kvøld. Alt í alt 397 føroyingar luttaka á stevnuni í ár, ið trúboðarafelagsskapurin Operation Mobilisation skipar fyri.
Elisabeth Christiansen er partur av føroysku leiðsluni av Teenstreet, og upplýsir hon fyri Miðlahúsinum, at tveir leigutúrar verða úr Vága Floghavn í dag.
- Tann fyrra fráferðin var klokkan seks í morgun, meðan seinni fráferðin er klokkan hálvgum tvey. Í alt eru tað eini 250 føroyingar, ið koma við flogfarinum, meðan restin koma við bussum, ferðast sjálvi ella hava verið á onkrum øðrum liði áðrenn, sigur Elisabeth Christiansen.
Av teimum 397 føroyingunum, ið taka lut á Teenstreet í ár, eru umleið 250 teirra leguluttakarar, meðan restin eru hjálparfólk á leguni. Um hugt verður eftir tjóðskapi, so eru tað einans Holland og Týskland, ið hevur fleiri borgarar á leguni.
Fyriskipararnir fegnast serliga yvir, at luttakararnir í ár koma úr fleiri ymiskum kristnum trúarbólkum, og at nógv nýggj andlit eru at síggja.
- Tað tykist sum at samkomurnar hava tikið Teenstreet til sín, og at tað rakar ein breiðan skara. Tað er eisini at fegnast yvir, at triðingurin av leguluttakarunum eru fólk, ið eru við á fyrsta sinni, sigur Elisabeth Christiansen.
Og sambært Elisabeth Christiansen, so eru tey glað fyri føroysku hjálpina í Teenstreet.
- Føroyingar eru næstan umboðaðir á øllum plássum í ár, og eru fleiri av teimum leiðararnir yvirs síni økir. Føroyingar hava nevniliga orð á sær fyri at vera sera arbeiðssamir, og tí enda føroyingar ofta við ábyrgd, tá tey hava verið her einaferð áður, sigur Elisabeth Christiansen.
Teenstreet byrjar í dag og endar 2. august.