Eru givnir at leita á Skálafjørðinum

Grindin, ið var sædd á Skálafjørðinum, bleiv ikki funnin aftur.

Fólk av Toftum og Nesi sóu eina grind úti á fjørðinum, stutt eftir at ein grind hevði lagt beinini í Tjørnuvík.

 

Ludvík við Stein, grindaformaður, segði, at bátar fóru beinavegin út at leita, men teir fingu ikki eyga á grindina nakrastaðni.

 

Nú er leitingin avlýst og bátarnir eru farnir inn aftur.