Skipaða leitingin eftir Rólandi Nónfjall í Vági, sum seinast varð sæddur vesturi á Vatninum í Vági sunnudagin 3. apríl umleið klokkan 15 30, er nú av.
Tíverri hevur leitingin verið úrslitaleys, sigur løgreglan í fráboðan beint nú.
Umframt almennu myndugleikarnir, sum vanliga eru við í slíkum leitingum, hava bjargingarfeløg og sjálvboðin annars gjørt eitt stórt og gott arbeiði, sigur løgreglan