Eru framman fyri evropameistararnar

Stigatalvan lýgur ongantíð, verður sagt.

Tað kann vera trupult at fáa armarnar niður aftur eftir framúr avrikið ímóti Ungarn á Tórsvølli í kvøld, og tað verður ikki betri av at hyggja at stigatalvuni.


Stigatalvan lýgur ikki. Í løtuni eru Føroyar framman fyri sjálvastu evropameistararnar úr Portugal í undankappingarbólki B.


Eftir 2-0-tapið ímóti Sveis í kvøld er Portugal á aftasta plássi, meðan Føroyar saman við kvøldsins mótstøðuliði, Ungarn, er á triðja plássi.