Eru fegin um úrslitið

Tey fingu yvir fimm milliónir til arbeiðið við børnum og ungum kring landið

Leygarkvøldið, 1. oktobur, skipaði Blái Krossur fyri tiltaki við tí endamálið at samla pengar inn til arbeiðið. Tiltakið varð sent beinleiðis í sjónvarpinum og nú alt er gjørt upp, vísir tað seg, at tey samlaðu heilar 5.177.144,90 krónur inn.

 

Blái Krossur sigur, at peningurin skal brúkast til fyribyrgjandi arbeiðið ímillum børn, ung og familjur teirra, í sambandi við misnýtslu av rúsdrekka og rúsevnum.