Eru farnir undir boriroyndir í Runavík

Runavíkar Kommuna ger í løtuni boriroyndir

Runavíkar kommuna ger í løtuni boriroyndir á Rókavegi (millum Skúlan við Løkin og MEST) og á Heiðavegi (við Hotel Runavík).

Arbeiðið fer at vara í nakrar dagar, tí verða bilførara biðnir um at vísa eyka varsemi á hesum strekki, skrivar Runavíkar Kommuna á heimasíðu sínari.

Arbeiðið er liður í fyrireikingunum til at skipa ferðsluna til og frá Skálafjarðar á best møguligan hátt.