Eingin ivi man vera um, at Tór-Ingar Akselsen hevur verið mest eyðsýndi 07 Vestur spælarin í ár. Tór-Ingar kom ikki á vøllin eftir steðgin. Hann var darvaður av skaða frá uppgerðini í Klaksvík næstsíðsta sunnudag.
Tór-Ingar helt ikki, at munurin hevði verið so stórur í 1. hálvleiki, men í 2. hálvleiki var eingin ivi um, at heimaliðið var omaná.
Tór-Ingar hevur áður verið meistari við HB:
- Vit gleða okkum leygardagin at fáa vitjan av meistarunum. Tað er tungt at flyta niður. Í dag vóru fleiri ungir spælarar á liðnum. Næsta ár fara teir at fáa størri leiklut, tá ið tað aftur skal arbeiðast við at vinna pláss í bestu deildini, har vit kenna okkum at hoyra heima, segði veteranurin, sum ein av næstu døgunum roknar við at fara at tosa við leiðsluna í felagnum um, hvussu tað verður næsta ár.