Nú verður arbeitt fyri at skapa teimum, sum eru heimleys, betri umstøður. Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almannamálum.
Hervør Pálsdóttir, tingkvinna fyri Tjóðveldi, hevur spurt hana, hvat ætlanin er at gera fyri tey heimleysu.
Sirið Stenberg sigur, at tað kann vera so ymiskt at vera heimleysur og tí verður eisini neyðugt at finna fleiri ymsar loysnir.
Heimleys eru fólk, sum ongan varandi bústað hava. Summi búgva ymsastaðni, onnur búgva á herbergum og upp aftur onnur hava ongastaðni at vera. Summi hava eisini rúsdrekka- og rúsevnatrupulleikar.
Men Sirið Stenberg sigur, at í Almannaráðnum eru tey farin undir arbeiðið at lýsa økið og út frá hesum er ætlanin at gera uppskot til, hvørji munagóð átøk kunnu gerast.
Tá ið hetta arbeiðið er liðugt, kann støða takast til, um farast skal undir at gera eina heildarætlan, ella um arbeiðast skal við øðrum loysnum, við tí endamáli at basa heimloysi í Føroyum.
Samstundis sum arbeitt verður við at lýsa økið, ætlar landsstýriskvinnan eisini at seta ítøkilig tiltøk í verk fyri heimleys, ið hava munandi sálarligar og sosialar trupulleikar.
Sum dømi kann nevnast, at Almanna- og mentamálaráðið er í samskifti við Tórshavnar kommunu um at gera nøkur felags átøk fyri at betra um korini hjá teimum heimleysu, sum halda til í miðbýnum í Havn.
Saman við avvarðandi pørtum er farið undir eitt arbeiði, við tí endamáli at finna fram til eina virðiliga loysn, ið gagnar øllum pørtumm sigur hon.
– Stórur dentur verður lagdur á arbeiðið fyri at bøta um støðuna hjá heimleysum og stig verða tikin á fleiri økjum, sigur Sirið Stenberg.