Eru farin at samráðast

Gjáramorgunin var fundur millum Vinnumálastýrið og Vestmanna Kommunu um ferjulegumálið

Tiltøkini hjá vestmenningum hava ført við sær, at samráðingar eru fingnar í lag millum Vinnumálastýrið og Vesmanna Kommunu. Í gjár hevði vinnumálastýrið fund við umboð fyri Vestmanna Kommunu, har tosað var um trupulleikarnar hjá Vestmenningum av ferjuleguni.

Vit fingu hvørki fatur á Gunn Joensen, bygdaráðsformanni í Vestmanna, ella Finnboga Arge, landstýrismanni í samferðslumálum, áðrenn blaðið fór til preningar í gjár. Tó hava vit úr vinnumálastýrinum fingið at vita, at samráðingarnar fóru fram í røttum anda, og kannað verður nú, hvørji rættindi hvør hevur til økið við ferjuleguna í Vestmanna.

Úr vinnumálastýrinum verður sagt, at stýrið fer at kanna, hvussu kommunurnar við ferjulegum kunnu hjálpast. Helst verða havnagjøldini fyri ferjurnar hækkaði, sum ein partur av hesum.