Samla undirskriftir fyri at mótmæla koronupassi

Og tað eru nógv, sum mótmæla koronupassinum

Sum eitt lið í bardaganum ímóti koronu, hevur landsstýrið mælt til, at vit taka eina skipan við koronupassi í gildið í Føroyum. Hetta ger landsstýrið nú, hóast løgmaður higartil hevur tvíhildið um, at tað fóru tey undir ongum umstøðum at gera, tí tað er at gera mun á fólki og tað vil hann ikki. Men nú smittutølini hækkaðu munandi, segði hann at hann tók í egnan barm og tí mælir hann nú til, at koronupass verður sett í gildið í Føroyum.

 

Men hetta hevur kloyvt tjóðina í tvey, tí tað eru nógv, sum ikki vilja hava eina slíka skipan. Ein av teimum er Jón Tyril í Norðragøtu og nú hevur hann tikið stig til at samla undirskriftir á Facebook at mótmæla koronupassinum. Hann sigur, at tað gongur væl at, tí tað var í gjárkvøldið at tey fóru undir hetta og longu nú, á miðdegi í dag, hava næsta 460 fólk skrivað undir.

 

Tey, sum skriva undir, heita staðiliga á landsstýrið um at taka tilmælið um koronupass, aftur, tí tað er at gera mun á fólki, nevniliga teimum, sum eru koppsett og teimum, sum ikki eru koppsett.

 

Jón Tyril sigur, at skulu tiltøk setast í verk fyri at forða fyri smittu, eigur tað at vera somu reglur fyri øll. Tað merkir, at er tað onkur, sum vil forða fyri smittu, kunnu tey krevja, at øll skulu kannast, á sama hátt sum sjúkrahúsini gjørdu á sinni.

 

– Koronupassið ger mun á fólki, tað skerjir frælsið óneyðugt, tað skapar spjaðing og býtir fólkið upp í bólkar, sigur Jón Tyril. Fyri at koma sum best ígjøgnum farsóttina, er neyðugt at vit standa saman, samstarva og byggja upp álit millum fólk. Koronupassið ger tað øvuta, tí tað kloyvir fólkið og skapar misálit millum allar partar, leggur hann afturat.

 

Hann sigur, at tá ið vit fingu eitt føroyskt koronupass, fingu vit at vita, at tað  skuldi ikki brúkast í Føroyum. Tað skuldi einans brúkast til at gera tað lættari hjá útisiglarum og øðrum, ið starvast uttanlands, Vit hava eisini fingið lovað, umaftur og umaftur, at føroyingar fóru ikki at vera býttir upp í bólkar við koronupassi, sigur stigtakaran

 

– Vit heita staðiliga á myndugleikarnir at halda givin lyfti og seta koronupassið úr gildi aftur. Føroyar skulu framhaldandi vera eitt land fyri allar føroyingar - við jøvnum rættindum, bæði fyri tey, sum siga ja takk, og tey sum siga nei takk til koronukoppseting, sigur Jón Tyril.

 

Hann sigur, at ætlanin er at handa myndugleikanum undirskriftirnar, men nær tað verður, er støða ikki tikin til.