Eru evangeliini álítandi?

Í kvøld stroymar KFS ein fyrilestur, har høvi eisini er at seta spurningar til fyrilestrahaldaran. Peter J. Williams, sum hevur fyrilesturin, er hann rektari á Tyndale House í Cambridge og eisini atknýttur lektari á universitetinum í Cambridge

Frásagnirnar um kjarnan í kristnu trúnni - Jesu deyða og uppreisn - kunnu vit lesa um í teimum fýra evangeliunum í Nýggja Testamenti. Kritikkarar halda tó ikki, at hesir tekstir eru álítandi frásagnir um tað, sum veruliga hendi. Teir halda ikki, at eygnavitni hava skrivað frásagnirnar, og so halda teir, at frásagnirnar eru skrivaðar kanska eini 60 ár eftir hendingarnar. Tað sær tí út til at vera gott grundarlag fyri at sáa iva um trúvirðið í evangeliunum, skrivar KFS í tíðindaskrivi.

KFS stendur fyri 'Kristiligur Felagsskapur fyri Skúlaungdóm'. KFS arbeiðir fyri kristiligum virksemi á miðnáms- og hægri skúlum.

Dagligi leiðarini í KFS, Ragnhard Petersen, vísir á, at tað eisini finnast framstandandi granskarar, sum halda, at evangeliini eru álítandi frásagnir um tað, sum veruliga hendi í Ísrael fyri 2.000 árum síðan. Ein av teimum er Peter J. Williams, sum hevur granskað nógv í hesum spurninginum, og sum í 2018 gav út bókina “Can We Trust the Gospels?”.

Í kvøld klokkan 20 fer Peter J. Williams at greiða nærri frá sínum sjónarmiðum. Aftaná svarar hann spurningum frá hyggjarunum.

Peter J. Williams, MA, MPhil, PhD, hevur lisið á universitetinum í Cambridge í Onglandi, har hann eisini hevur lisið PhD. Hann hevur undirvíst bæði á Cambridge og á universitetinum í Aberdeen. Síðan 2007 hevur hann verið rektari á Tyndale House í Cambridge og er eisini atknýttur lektari á universitetinum í Cambridge. Hann er formaður í International Greek New Testament Project og hevur granskað nógv í Nýggja Testamenti og spurninginum, um frásagnirnar í evangeliunum yvirhøvur eru álítandi. Í 2018 skrivaði hann bókina “Can We Trust the Gospels?”